Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjing – Klaksvík National: Klaksvík National – væl eydnað sprintkapping

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sambært teimum afturmeldingum, sum fyriliggja, eydnaðist Klaksvík National-svimjikappingin, sum Svimjifelagið Ægir skipaði fyri síðsta vikuskiftið, sera væl.

Svimjing er ein sera krevjandi ítrótt, sum ikki hevur eins lætt og allar aðrar ítróttagreinar at vinna sær umrøðu og áhuga millum vanliga fólkið.

At broyta upp á hesi viðurskifti var uttan iva ein partur av endamálinum við tí øðrvísi svimjikappingini, sum Svimjifelagið Ægir skipaði fyri síðsta vikuskiftið.

Hendan svimjikappingin, sum felagið hevur skipað fyri eina fer áður, var øðrvísi enn tær vanligu.

Fyri tað fyrsta var talan um ein sprintkapping, tvs. at kappast varð bara á teimum styttru teinunum, 50 og 100 metrum.

Fyri tað næsta kappaðust luttakararnir hesaferð ikki bara um heiður og heiðursmerki, men eisini um pening, sum stuðlar sponsoreraðu.

Harumframt varð nógv meira enn vant gjørt burtur úr umstøðunum, eitt nú við stórskermi, ljósshowi og góðum tónleiki aftur við kappingunum.

Fyri svimjararnar, venjarar, hjálparfólk og avvarðandi varð eisini skipað fyri einari máltíð við undirhaldi afturvið í Skálanum.

Hetta samanlagt gav bæði áskoðarum, luttakarum eina heildaruppliving, sum hesi tykjast vera væl nøgd við.

Símun Akursmørk, formaður í Ægir, kann tí – saman við øllum hinum fyriskiparunum – vera væl nøgdur við avrik felagsins sum vertur fyri hesi kappingini, Klaksvík National.