Fremstu ítróttarfólkini í Klaksvíkar Ítróttarfelag skullu gerast enn sterkari og í vikuni byrjaðu fyrstu liðini at venja
Formuladeildin hjá monnum var til fyrstu venjingina í KÍ-høllini, hjá Yndi/Fitness, týskvøldið og gjárakvøldið var mest vinnandi liðið í føroyskari ítróttarsøgu – KÍ-kvinnurnar, sum fingu upplæring at nýta útgerð hjá Yndi/fitness.
Eisini gullkvinnurnar hjá Stjørnuni fara at fáa venjing frá Yndi/Fitness og verður samstarvið millum Klaksvíkar Ítróttarfelag og Yndi/Fitness ein samanhangandi partur í framtíðini har fremstu ítróttarfólkini hjá Klaksvíkar ítróttarfelag fáa venjing og undirvísing har endamálið er at fyribyrja skaðar og menna kroppin til ítróttarligu avbjóðingarnar.




