Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík fríggjamorgunin 5/12-08: Friðarligt á Kósini

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Fríggjamorgunin 5/12-08 var framvegis einki alment frætt um framtíðina hjá fiskavirkinum á Kósini, og størsta arbeiðsplássið í Klaksvík liggur tí framvegis stilt.

Meðan vinnulívsmenn royna sítt ítarsta at fáa skip og virki aftur til Klaksvíkar og í gongd, so liggur eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum stilt, meðan arbeiðskvinnur og –menn eru  heima og bíða og vóna eftir skjótt aftur at fáa arbeiðsboð.

Óneyðugt er at siga, at hetta arbeiðsplássið er grundarlagið undir nógvum familjum í næst størsta býi í Føroyum, og tí hevur tað stóran týdning fyri lokalsamfelagið her, at ein loysn verður funnin fyri tey trý pørini her í økinum, samstundis sum Kósin fær tað neyðuga grundarlagið, bæði fíggjarliga og í rávøru, til at lata uppaftur og fáa fulla ferð aftur.

Nú Kósin liggur still, er í løtuni ríkiligt við rávøru til virkini hjá Fiskavirking, og harvið er fiskaprísurin í lægra lagi, skilst. Tað tænir tí heldur ikki fiskimanninum, at Kósin liggur still.

Umráðandi er, at tær kreftir, sum royna at fáa skipini aftur hendanvegin og virkið aftur í gongd, fáa alla ta uppbakking, sum tørvur er á.

Harleywoodpaint