Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur, 1. deild: Væl mannað Neistalið vann á Team Klaksvík

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við eitt nú Inga Olsen og Jacob Jónsson á liðnum vann Neistin 43-35 á Team Klaksvík í Havn leygardagin.

Leygardagin var Team Klaksvík í Havn og spældi ímóti 1. deildarliðnum hjá Neistanum, sum aftur hesaferð hevði fingið styrk úr Atlantic Airways hópinum hjá felagnum.

Millum leikararnar hjá Neistanum vóru hesaferð so kendir leikarar sum Ingi Olsen og Jacob Jónsson.

Hjá Team Klaksvík hevði Jón Jacobsen givið avboð vegna sjúku, so liðið mátti hesaferð klára seg uttan tann kvika vongspælaran í vinstru, sum í ár hevur spælt væl í fleiri dystum.
Somuleiðis manglaði Bent Hansen á málmansplássinum í hesum dystinum vegna leikbann, so Andras Samson, sum vanliga er næsti málmaður, var í hansara stað. Bent hevur staðið væl í málinum í seinastuni.

Team Klaksvík fekk annars hesaferð rímiliga nógv burtur úr álopspartinum, tí klaksvíkingar fingu heili 35 mál í dystinum, men hetta rakk kortini ikki til ein sigur, tí enn fleiri mál fóru inn í hinum endanum av vøllinum.

Í stuttari viðmerking sigur Fríðin Ziskason, sum júst hevur tikið við aftur sum venjari, at Team Klaksvík ongantíð fekk rættiliga tak á dystinum.

Neistin legði seg beinanvegin væl framum, og eftir lítlari løtu var støðan 7-2 til blá-klæddu havnarmenninar.
Støðan í hálvleikinum var 21-15.

Heldur frægari gekst hjá Team Klaksvík í 2. hálvleiki, sum Neistin vann meira tepurt 22-20, soleiðis at endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 43-35 til Neistan.

Sum skilst var ein orsøk til ósigurin, at aloftast, tá ið Team Klaksvík hevði verið í álopi, vóru Neistamenn so kvikir í álop aftur, at klaksvíkingar ofta høvdu ilt við at finna nóg skjótt upp á pláss í verjuni.

Málskjúttarnir hjá Team Klaksvík í hesum dystinum vóru (við fyrivarni fyri møguligum villum):

Beinur Heðinsson 10
Dánjal Kjærbo 10
Jógvan Hansen 6
Steffan Kalsø 6
Kristoffur Jakobsen 1
Rógvi Olsen 1
Niclas Niclasen 1