Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Styrkivenjingarnar – Formulahópurin hjá KÍ: 21 mans eru í hópinum harav 13 unglingar – KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í løtuni telur Formulahópurin hjá KÍ 21 spælarar, sum luttaka í styrkivenjingunum til kappingarárið 2009 – 5. januar 2009 byrja venjingarnar á vøllinum.

Styrkivenjingarnar hjá Formulahópinum hjá KÍ í nýggju hølunum hjá Yndi/Fitness tykjast ganga væl.

Alexandar Djordjevic er sum kunnugt venjari saman við Jákupi N. Mikkelsen, ið sostatt verður leikandi venjari.

Alexandar upplýsir, at hópurin í løtuni telur íalt 21 mans.

Av hesum eru heilir 13 unglingaleikarar.

Endamálið við hesum styrkivenjingunum eru sjálvandi at styrkja leikararnar, sum bæði er ein fyrimunur fyri leikaran í spælinum, samstundis sum tað virkar fyribyrgjandi ímóti skaðum.

Hesar venjingarnar hjá Formulahópinum eru hvørt týskvøld og fríggjakvøld, og sambært Alexandar Djordjevic eru menn uppsettir, ikki minst teir ungu, sum eru ógvuliga ídnir í hesum venjingunum.

Beint eftir ársskiftið, 5. januar 2009, byrja venjingarnar á vøllinum.

Higartil eru tríggir venjingardystir avtalaðir at verða í februar, 2 ímóti ÍF og 1 ímóti EB/Streymi.

Harleyfacadeacryl