Mánakvøldið 15. desember skipaði Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri næmingakonsert, sum hesaferð var í býráðshøllini.
Konsertin byrjaði um sjeytíðina og vardi umleið ein tíma.
Ofta hevur býráðshøllin víst seg at vera hóskandi stór til næmingakonsertir av hesum slag, men hesaferð var hon fullsett og væl tað, soleiðis at ein partur av áhoyrarunum mátti standa.
Bæði yngri og eldri næmingar spældu ymisk løg og tónleikastykki, sum tey hava lært higartil í skúlaárinum.
Ljóðførini hesaferð vóru klaver, orgul, violin, cello, tvørfloyta, blokkfloyta og ymisk messinghorn.
Ein munandi partur av framførslunum var einstakligaframførslur, men eisini nakrar felags framførslur vóru á skránni.
Luttakandi næmingarnir vóru í ymiskum aldri, heilt frá ungum skúlaaldri og upp í tannáringaárini, og teir eru tí sum vera man summir komnir longri og aðrir styttri í menningini sum tónleikarar.
Konsertin endaði við einum jólasangi, sum øll sungu í felag, meðan næmingar og lærarar spældu undir.




