Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur, 1. deild: Team Klaksvík mátti lúta fyri oddaliðnum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir tann fantastiska stórsigurin á VÍF síðsta vikuskiftið kom Team Klaksvík niðuraftur á jørðina mikukvøldið í høllini á Hálsi í Havn, har oddaliðið í 1. deild, Kyndil, vann 34-23.

Team Klaksvík hevði annars vunnið tann fyrra dystin millum liðini bæði fyrr í kappingini, men soleiðis skuldi ikki verða hesaferð.

Team Klaksvík byrjaði dystin betur, men misti stevið í teir síðstu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki og gjørdi bert 4 mál hesa løtuna.

Frá at hava ført 7-3 og 8-5 misti Team Klaksvík takið. Fleiri persónilig mistøk og ein væl leikandi málmaður hjá Kyndli gjørdi, at Team Klaksvík steðgaði fullkomiliga upp.

Kyndil vísti eisini stórspæl hesa løtuna, sum klaksvíkingar ikki rættiliga megnaðu at verja seg fyri.

Hálvleikstøðan var 20-12 til heimaliðið.

Í seinna hálvleiki stríddi Team Klaksvík seg innaftur í dystin, soleiði at málmunurin ta einu løtuna minkaði niður í 7 mál.

Spenningur kom tó ongantíð aftur í dystin, og ímóti endanum økti Kyndil til endaligu støðuna 34-23.

Liðið hja Team Klaksvík í hesum dystinum var hetta:
Bent Hansen, málmaður
Andras Samson, málmaður
Jógvan Hansen 1 mál
Sámal Olsen
Dánjal Kjærbo  7 mál
Beinur Heðinsson 7 mál
Rógvi Olsen
Kristoffur Jakobsen
Mathias Samuelsen
Jón Jacobsen 4 mál
Niclas Niclasen
Steffan Kalsø 4 mál

Næsti dystur hjá Team Klaksvík í 1. deild verður sunnudagin tann 4. januar 2009 kl. 17:30 ímóti StÍF í høllini á Skála.

Støðan í 1. deild:
1) Kyndil       9 dystir   +36 mál   16 stig
2) H71          8 dystir   +36 mál   13 stig
3) StÍF          8 dystir   –  9 mál     8 stig
4) Neistin     8 dystir   +10 mál     6 stig
5) Team Kl.   9 dystir   –29 mál     4 stig
6) VÍF           8 dystir   –44 mál     3 stig