Á frystivirkinum hjá Anthonius Olsen í Klaksvík varð bjóðað til jólahugnað fyri útróðrarmenn.
– Jólahugnin hjá okkum er afturvendandi og er endamálið at takka fyri gott samstarv í farna árið við vón um framhaldandi gott samstarv, sigur Anthonius Olsen, sum í vikuni hevði bjóða øllum útróðrarmonnum og øðrum samstarvspørtum til Jólahugnað á Northern Fish Cold Storage.
Tað løtuna vit vitjaðu við myndatólinum var nógv tosað um fallandi fiskaprísir og fleiri høvdu á málið at tað verður ikki gott fyri veiðumannin um Kósavirkið ikki letur upp aftur.
Menn vóru tó bjartskygdir um fiskaprísirnir – tí sum ein segði at hóast evropearar ikki høvdu hug til fisk í løtuni – so fóru teir ivaleyst at verða svangir aftur í januar februarmánaða.
Umframt felagssang og jólagreyt og annað gott sungu Hallur Joensen og Antinis Poulsen. Tað er dóttur Antonius, Elsebeth, sum í dag stjørnar frystivirkinum.




