Kári av Rógvu skrivar í kjaktroginum í kvøld at John Jóhannesen er tíverri mentunarliga kúheiðin
Úr Kjaktorginum hjá Norðlýsinum
Kári av Rógvu, skrivar:
Í dag helt hugsjónarliga røðu til 3. viðgerð av fíggjarlógini. Í hesi røðuni heitti eg á løgtingsmenn um ikki at kenna seg bundnar av fíggjarnevndarálitinum, men sum Olgar Danski á sinni at vakna upp til dáð, nú landið stendur í váða. Tók undir við framsøgumanni og formanni okkara, Kára P. Højgaard og hansara tilmælum, men heitti serliga á tingfólk um at atkvøða fyri uppskotum um at tryggja útbúgving, nú vit eru á veg í kreppu, so ungdómurin kann søkja sær lærdóm heldur enn at fara av landinum. Ein guðssonur mín fer á skiparaskúla, nú niðurgongd er, men onnur hava ikki høvi at lesa ella læra sítt fak í Føroyum og fara tí av landinum við makum, børnum og øðrum skyldfólki og vinfólki í hølunum.
Tók til úr vísuni um Burnamann:
Det var Jomfru Gloriant,
Hunn raaber henover de Fanger:
Est du levende Olgar Danske,
Og est du før at gange?
Áheitan mín var á tingfólk um ikki at sova, men heldur vakna, um at koma úr fongslinum og ikki vera atkvøðuneyt hjá fíggjarnevndini.
Púra óvart átalaði tann áfalni og óvirðiliga varaformaðurin John Johannesen bæði røðuna í síni heild, tí “hetta var ikki aðalorðaskifti” og serliga “at neyt ikki hava atgongd til tingsalin.”
Síðani koma nakrar góðar og siðiligar viðmerkigar frá fleiri tingfólkum, sum eg svaraði aftur. Millum annað vísti eg á, at Sjálvstýrisflokkurin er fyri at gera tunnlar eins væl og skúlar, men at vit vilja hava greiðar avtalur gjørdar, so ikki fleiri íløgur skulu sveima í óvissu, hvørt tær verða framdar til endans.
Loksins spurdi eg fynduga og spydiga varaformannin, hvørt rættleiðing hansara skuldi skiljast soleiðis, at ikki bar til at siga, ‘at John Johannesen sum formaður klárar seg sum kúgv í stiga?’
Tá gjørdist sonevndi politiski leiðarin hjá javnaðarflokkinumfirtin og tók orðið frá mær, sjálvt um eg ikki hevði biðið um at sleppa siga meira.
Henda átala kann samanberast við mangar av óátalaðu málblómunum hjá monnum sum Óla Breckmann ella Henrik Old ella frá § 266b-kjakinum, tá samkynd veruliga vórðu ósømiliga niðurgjørd – men tey orðini fái eg meg ikki at taka uppaftur.
Soleiðis havi eg hvørki kallað tingfólk “neyt” – eiheldur varaformannin “kúgv” men brúkt tað, tey nevna orðamyndir – metaforar. Orðið “atkvøðneyt” er sera vanligt hugtak í politiskum orðaskifti, ið ikki minst ellisformaður løgtingsins plagar at brúka.
Í brókatátti stendur annars:
So leikar teirra bátur á lunni
Sum leysur knívur í skafti,
So var Jóannes í urðini kvikur,
Líkasum kúgv í hafti.
Soleiðis dugdu menn fyrr at taka til. Men John Johannesen er tíverri mentunarliga kúheiðin.
Kári á Rógvi løgtingsmaður




