Stjørnan endurvunnið oddasessin í Sunset kappingini
og leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini
Soleiðis sum úrslitini í 10. umfari í Sunset kappingini lagaðu seg, hevur Stjørnan endurvunnið oddasessin. Samstundis sum tær eisini eisini hava leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini.
10. umfar í Sunset kappingini er avgreitt hesa vikuna. Við sigri á Kyndli týskvøldi tók Stjørnan fyrsta plássi frá VB. VB kundi við sigri á Tjaldur leygardagin endurvinna oddasessin. Men tað eydnaðis teimum ikki. Tjaldur vann dystin 28-21. Við sigrinum heldur Tjaldur lív í vónunum um at náa einum finaluplássi.
Støðaní oddinum, nú kappingin er gott og væl hálvrunnin, er tann, at Stjørnan er á odda við 17 stigum, á øðrum plássi er VB við 16 stigum, meðan Tjaldur á triðja plássi hevur 12 stig. Fjóðringsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum eru eisini leiktar hesa vikuna. Úrslitini vóru at Stjørnan vann á Neistanum II, Neistin vann á Kyndli, StÍF vann á Neistanum I og Tjaldur vann á VB.
Sostatt verða tað Stjørnan, Tjaldur, Neistin og StÍF sum koma at leika hálvfinalurnar í steypakappingini. Lutakast verður í ítróttartíðindunum sunnukvøldið.
Leikast skulu tvær hálvfinalur, og verða tær leiktar 14. (15.)
og 28. (29.) januar.




