Veðrið var av tí allar besta, tá Jólaskipið, eftir at hava verið at í Leirvík, kom til Klaksvíkar.
Tað er ein ótrúliga hugnalig og viðkomandi løta tá Jólaskipið kemur, og børnini rættuliga merkja, at nú eru jólini rættuliga byrjað.
Kann ikki lata vera við at takka monnunum kring Ågot, sum áhaldandi á hvørjum ári hava latið skip og kreftir til. Tað kann fyri onkran tykjast lítið, men tað høvdu minni enn so verið vit øll, sum høvdu havt orku til eitt so stórt tiltak afturat dagliga strevinum.
Sjálvandi eru tað onnur enn teir kring Ågot, sum bróta upp um armar saman við teimum um tiltakið Jólaskipið, men eg eri bangin fyri at tað hevði verið ringt at fingið so væl burturúr uttan teir.
So takk til tykkum – gitið at um eg sigið takk frá flestum klaksvíkingum og leivíkingum, so eri eg á góðari leið.
Oliver Joensen
Gleðilig jól øll somul!




