Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

City og Senta stóran heiður frá Dell

Oliver Joensen

Tilnevningin er fyrst og fremst grundað á teir tøkniligu og tænastuligu førleikar, ið starvsfólk okkara hava innan DELL-vørur, sigur Christian Nagata.

Eitt lítið ár eftir at Dell legði lunnar undir nýggju sertifiseringsskipan sína, eru fyrstu fimm fyritøkurnar kosnar sum sertifiseraðir partnarar. Millum teirra eru føroysku fyritøkurnar City og Senta. Hinar eru allar danskar.

Síðan Dell í vár byrjaði nýggju skipan sína, eru fleiri fyritøkur vorðnar felagar hjá Dell, og stórfyritøkan metir fyrstu sertifiseringarnar sum ein hornastein undir ætlan síni, har beinleiðis sølan verður styrkt við einum strategiskum samstarvi við seljararnar.

Marcus Lindqvist, leiðarin fyri ætlanini hjá Dell í Skandinavia, vil ikki siga neyva talið á partnarum hjá Dell, men hann roknar ikki við, at nógvar fyritøkur fáa somu sertifisering sum tær fimm, ið talan er um.

"Grundarlagið undir ætlan okkara er samskiftið við fyritøkurnar og tað virðið, sum vit í samstarvi kunnu skapa fyri kundar okkara. Tí er tað ein sjálvfylgja, at tær fyrstu sertifiseringarnar fara til fyritøkur, sum hava serliga sterkar førleikar á ávísum økjum," sigur Marcus Lindqvist, sum tó ikki vísir aftur, at Dell í framtíðini fer at at taka upp tættari samstarv við meira traditionellar fyritøkur.

Á City og Senta eru tey sjálvandi fegin um sertifiseringina frá Dell.

"Tilnevningin er fyrst og fremst grundað á teir tøkniligu og tænastuligu førleikar, ið starvsfólk okkara hava innan DELL-vørur," sigur Christian Nagata, stjóri. "Strategiskt er Dell ein sera týðandi felagi hjá okkum, og við hesum verður samstarvið enn betri. Fyri okkum er mest umráðandi, at Dell hevur forstáilsi fyri teimum krøvum, sum kundar okkara seta í sínum gerandisdegi, og at Dell altíð er til reiðar at veita okkum sína ráðgeving," sigur Christian Nagata.