Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alexandar Djordjevic, Formulavenjari hjá KÍ: KÍ skal spæla góðan fótbólt – ikki gippa!

Norðlýsið ÍTROTTUR

– Jákup og eg eru sjálvandi spentir upp á uppgávuna sum høvuðsvenjarar, og vit hava sett okkum sum mál, at KÍ veruliga skal spæla fótbólt!

Alexandar Djordjevic og Jákup Nolsøe Mikkelsen hava sum kunnugt tikið við ítróttarligu ábyrgdini av Formulaliðnum hjá KÍ.

Hóast báðir hava drúgvar og kvalifiseraðar royndir sum leikarar á rættiliga høgum støði, so er hetta teirra fyrsta ferð sum høvuðsvenjarar á hægsta føroyska støði á manssíðuni.

Teir eru tí sjálvsagt spentir til uppgávuna, sum teir longu fyri tíð síðan eru byrjaðir uppá.


Hópurin veksur

Mánakvøldið fingu vit orðið á annan av høvuðsvenjarunum, Alexandar Djordjevic:

– Nú hava vit 23-24 mans í hópinum, so tað er hugaligt.

– Vit skulu sjálvandi til at taka út ein nettohóp, men tað er týdningarmikið, at allir leikarar fáa kjansin at vísa síni evnir fram. Tí er tað bæði positivt og ikki minni umráðandi at hava nógvar spælarar tøkar, sigur Alexandar.

– Tí skulu allir áhugaðir leikarar verða vælkomnir at venja og har fáa møguleikan at vísa okkum sínar førleikar.

Venja nógv við bólti

– Nú eru vit farnir í jólafrí, og vit byrja at venja tann 5. januar í nýggja árinum.

– Tá verður tað á vøllinum so nógv, sum veðrið loyvir.

– Vit fara í okkara venjingum at leggja dent á venjingar við bólti, sigur Alexandar Djordjevic, sum saman við Jákupi Nolsøe Mikkelsen hevur lagt eina venjingarætlan:

– Frá 5. januar til umleið 25. januar verða tekniskar og taktiskar venjingar, har vit sjálvandi fáa nakað burtur úr konditiónini samstundis, men tann partin gera vit meira við seinni.

– Tað ræður um, at menn fáa upparbeitt og ment følingina við bóltinum, sigur Alexandar, ið sjálvur sum ungur drongur og maður royndi tann ógvuliga professionella fótbóltsskúlan hjá einum stórfelag í Jugoslavia.

– Kontitiónin og venjingarstøðan mennist alla tíðina, eisini meðan tú venur við bólti, men vit ætla ikki at pressa menninar við konditónsvenjing frá 5. januar, tí teir hava ikki tørv á fullari venjingarstøðu fyrr enn eitt sindur seinni, tá ið kappingarnar byrja.

– Frá umleið 25. januar taka vit 14 dagar við hørðum venjingum, har vit seta fulla ferð á tann partin.


Brúka allan vøllin

– Fótbóltur er eitt spæl, har menninir á einum liði mugu vita, hvat teir sjálvur duga og skulu gera, og teir mugu eisini vita, hvørjar uppgávur viðleikararnir hava. Tí er tað so týdningarmikið at prioritera tekniskar og taktiskar venjingar.

– Tí fara vit í stóran mun at brúka allan vøllin til okkara venjingar – ikki bara á einum lítlum parti av vøllinum, sum ein ofta sær, tí menn skulu venja, sum um tað er ordiligur dystur.

– Vit hava nógvar, spennandi ætlanir við KÍ-liðnum, sigur ein uppsettur Alexandar Djordjevic.

Spæla góðan fótbólt

– Jákup og eg eru sjálvandi spentir upp á uppgávuna sum høvuðsvenjarar, og vit hava sett okkum sum mál, at KÍ veruliga skal spæla fótbólt!

– KÍ skal spæla góðan fótbólt – ikki gippa!

– Tað ljóðar so lætt og kanska bíligt at siga hetta, men tað er tað allíkavæl ikki. Vit ynskja at læra og stuðla KÍ-spælarunum at finna fram og menna eitt samanspæl, har KÍ spælir ordiligan, góðan fótbólt.

– Tað verður uttan iva ein avbjóðing at liva upp til ein slíkan málsetning, men hetta er eitt mál, vit hava sett okkum, og sum vit fara at arbeiða miðvíst fram ímóti.

– Nógvir ungir leikarar eru í KÍ, og eitt nú ger Eyðun Klakstein eitt framúr gott arbeiði við ungu dreingjunum, har hann nú er í unglingadeildini við einum spennandi liði.
 
– At menna ungar leikarar til Formuladeildina tekur tíð, men tað er ótrúliga spennandi, og vit eru sera spentir upp á at síggja, hvørjar ungar leikarar, vit í ár, næsta ár og komandi ár kunnu seta við í Formulahópinum.