Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kirkjurenning: Runnu millum kirkjur

John William Joensen

Jólaaftansmorgun runnu gott 30 væl upplagdir rennarar teinin frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna

Fyrr í vetur fekk Treysti fyrispurning frá limi búsitandi í Kunoy, um tað var eitt gott hugskot at renna frá Kunoyar kirkju til Christianskirkjuna. Tað vóru tey í Treysti beinanvegin við uppá, og tí bleiv ein rennitúrur fyriskipaður jólaaftansmorgun.

Tað vóru vælupplagdir rennarar sum møttu við Badmintonhøllina jólaaftansmorgun kl. 9.30. Við Badmintonhøllina vóru bussar tilreiðar at koyra tey norður til Kunoyar, har tey skuldu renna frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna, sum er ein teinur uppá knappar 12 kilometrar. Líkindini at renna vóru góð, hóast tað til tíðir var eitt fitt lot ímóti.

Klokkan tíggju bleiv byrjað frá Kunoyar kirkju. Teinurin til Kunoyartunnilin er umleið 2,5 kilometrar og væl av mótbrekku er á byrja við. Rennararnir høvdu pannulykt, so tað var ongin trupulleiki at renna teir næstu 3 kilometrarnar í stilli og undanbrekku gjøgnum tunnilin. Síðani tvørturum Haraldsund í undanvindi, áðrenn tann heldur strævna seinna helvtin av teininum skuldi gjøgnumførast. Strævi tí tað av og á, var eitt fitt lot ímóti. Men tað sá ikki út til at darva, tí allir rennararnir komu á mál við Christianskirkjuna í góðum lag. Tíðin sum brúkt bleiv um teinin var millum trý og seks korter.

Flestu rennararnir, sum vóru við hendan rennitúrin, hava trenað við Treysti í Badmintonhøllini í vetur.

Fyriskipararnir úr Treysti vóru sera væl nøgdir við undirtøkuna hesin rennitúrurin fekk og er væl hugsandi at túrurin verður runnin aftur næstu jól.