Latið verður upp kl 0.30 við góðum undirhaldi.
Í ovaru hæddini verður góður live-tónleikur við Finnur Jensen frá Páll Finnur Páll. Finnur hevur eina fjølbroytta skrá við bæði føroyskum og útlendskum sangum, sum flest øll kenna og dáma.
Í niðaru hæddini verður diskotekið stýrt av DJ Rasmus, sum er ekspertur í at seta futt í dansigólvið.
DJ Rasmus er ikki hvør sum helst, hann er professionellur innan sítt øki. Hann er fastur DJ í diskotek Chaplin í Viborg, har hann spælir hvørt leygarkvøld, harumframt er hann javnan DJ í Moonlight í Odder og White Tiger í Skanderborg.




