Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðurin í Norðoyggjum: Prísurin er framvegis alt ov lágur men teir royna

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Beint eftir jól fiskaðu bátarnir rímiliga væl, men longu nú um fyrsta vikuskiftið í 2009 varð fiskiskapurin minkaður aftur.

Nú um jólini var heldur friðarligt á Stongunum og hinu megin vánna í Klaksvík, har útróðrarvinna heldur til, men nú fyrst í januar tykist virksemi at verða økt aftur eitt sindur.

Talið av útróðrarbátum í Klaksvík er stórt, og nógv fólk hava sína inntøku haðani, antin sum útróðrarmenn ella egnarar og eisini sum tænastuveitarar til vinnuna.

Tá ið virksemið er upp á tað mesta, man talið av útróðrarmonnum og egnarum tátta í talið av arbeiðsfólkum á Kósini, so talan er veruliga um eina vinnu, ið hevur stóran týdning fyri Klaksvík og Norðoyggjar.

– – –

Í løtuni liggur Kósavirkið stilt, og tað frættist frá vitandi keldum, at tað verður framhaldandi arbeitt við at finna fram til berandi loysnir.

Tó, enn er einki ítøkiligt upplýst alment.

Vit mugu vóna tað besta, tí talið av arbeiðsfólkum er stórt, sum nú bíða eftir at teirra arbeiðspláss skal byrja aftur.

Vónandi verður tað innan alt ov drúgva tíð.

– – –

Samstundis er fiskivinnan í løtuni í undantaksstøðu, har størsti einstaki trupulleikin beint nú man vera tann alt, alt ov lági fiskaprísurin.

Fiskur, sum fyri stuttum fekk ein prís millum 15,- og 20,- krónur fyri kilo, kemur í løtuni ikki upp á 10,- krónur, verður fortalt á Stongunum, so tað sigur seg sjálvt, at fiskivinnan hevur tað alt annað enn gott, sum er.

Oljuprísurin er komin niðuraftur á eitt meira brúkiligt kostnaðarstøði, men tann batin er einki at sammeta við trupulleikan við fiskaprísinum í løtuni, siga útróðrarmenn.

Hesin merkiliga lági søluprísur stendur í andsøgn til, at góður matur sum heild er ein mangulvøra í heiminum.
Sjálvandi gera nógv ymiskt viðurskifti seg galdandi í hesum døgum – ikki minst tey fíggjarligu – men fiskimenn eru á einum máli um, at í longdini eigur góður fiskur at fáa ein munandi betri prís, enn hann fær í løtuni.

Men meðan teir bíða, so royna teir, hóast hesar sera truplu og ótryggu umstøður, sítt besta at brúka sínar avmarkaðu fiskidagar á skilabesta hátt.

Sostatt eru fleiri høvuðsvinnugreinar í Klaksvík sera illa fyri í løtuni og brúk er fyri bata, ongantíð ov skjótt.