Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Góðar tíðir í Nýggjárshálvmarathon

John William Joensen

Tað bleiv runnið skjótt, tá Roysnið í dag skipaði fyri ársins fyrstu rennikapping, sum var árliga Nýggjárshálvmarathon

Líkindini vóru av teimum allarbestu í dag, og tað sást eisini aftur á tíðunum, tí ongantíð hava so nógvir rennarar runnið so skjótt í Nýggjárshálvmarathon, sum hevur verið fastur táttur í nøkur ár. 

Rutan gongur frá vegnum til Funningsfjarðar og til Tofta kei har málið er.

Vinnari hjá teimum 30 luttakandi monnunum gjørdist Andrias Hansen úr Bragdið við tíðini 1.15,19 tím. hann fekk harða kapping frá Guttorm Sørensen úr Treysti, sum bleiv nummar tvey við tíðini 1.15,28 tím. meðan Sam Vang úr Bragdið gjørdist nummar trý við tíðini 1.17,22 tím. Tað vóru eisini hesir tríggir, sum løgdu seg greitt á odda frá byrjan. Tá hesir komu til 10 km byrjaði Sam at dragna, men kortini ikki so nógv til 15 km. Andrias og Guttorm fylgdust allan vegin, og ikki fyrr enn eftir 20 km gjørdi Andrias eitt rykk og slapp leysur frá Guttormi, og gjørdist sostatt vinnari. 

Borgar Biskopstø úr Treysti lá á fjórða plássi allan vegin og kom á mál við tíðini 1.18,47 tím., og gjørdist samstundis vinnari í bólkinum veteranar, frammanfyri Regin Zachariassen (1.19,13 tím) og Absalon Hansen (1.23,45 tím.) úr Bragdið. 

Jonhard Larsen og Pól Sundskarð úr Treysti blivu ávikavist nummar tíggju og ellivu við 1.29,28 tím. og 1.30,05 tím. Pól bleiv samstundis nummar fýra í veteranbólkinum. 

Símun Akursmørk úr Treysti gjørdist nummar sekstan við tíðini 1.36,02 tím. 

Hjá kvinnunum gjørdist Susan Jacobsen úr Treysti vinnari við tíðini 1.51,58 tím. frammanfyri Karin K. Petersen úr Treysti við tíðini 1.54,56 tím. Frida Poulsen úr Bragdið bleiv nummar trý, meðan Hedvig Jóhansdóttir úr Treysti gjørdist nummar fýra.

Næsta rennikapping verður 24. januar í Hvalvík/Streymnesi tá 3.umfar í vetrarkappingini verður avgreitt.