Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein bíðandi løgmaður

John William Joensen

Løgmaður visti lítið og eini nýtt at siga okkum í nýggjársrøðu sínari.

Fíggjarmálaráðharrin royndi seg , í grein í sosialinum, við boðum uppá loysn, men heldur ikki har var stórvegis nýtt at hóma. 

Og uttanríkisráðharrin, triði leiðarin í samgonguni, jarðaði beinanvegin høvuðsuppskot fíggjarmálaráðharrans. 

Fyri tíggjundu ferð, ella fleiri, fegnaðist løgmaður um, at vit sleppa at bíða. Bíða eftir tí loysn, danska stjórnin kemur við, í roynd teirra at loysa búskapar- og fíggjartrupulleikar sínar. 

Høvuðsleiðin fíggjarmálaráðharrin leiddi okkum var sum sagt ikki nýggj- men tann vanliga hjá fyrrverandi javnaðarmonnum. Enn eina vitjan ætla teir sær hjá teimum gomlu. Hesi skulu, eftir eitt langt lív við hugsjón um ikki at skylda nøkrum nakað, enn einaferð gjalda gildi spekulantanna . 

Hesaferð biðja teir um hjálp at áleggja hesum samfelagsins fátækastu ognarskatt fyri heim síni. 

Lagnunnar speisemi, at tað verður fólkaflokkurin, umenn av øðrum orsøkum, ið steðgar hesum samhaldsleysa politikki teirra. 

So gott sum einki sæst í røðu løgmans um, hvussu vit hjálpa teimum, ið kreppan longu hevur rakt. Tey, sum í heyst uttan ávarðing vórðu send út í arbeiðsloysi. Ella tey gomlu, sum samgongan var á vitjan í lummunum hjá, áðrenn jólafriðurin væntaðist. 

Sjálvfylgiligheitir, uttanumtos, ella bíðan eftir dønum gjalda ongar rokningar. Tað gera afturvendandi ætlanir um at hækka arbeiðsloysisgjaldið frá sjeyti til áttati, “ visiónir Barak Obama’s, ella at nokta fólki at gjalda fullan prís fyri rúsdrekka og cigarettir, heldur ikki. Hvørki í banka, hjá handilsmanni ella aðrastaðir. 

Er nakar politikkur yvirhøvur annar enn at bíða eftir dønum? Ella nakrar hugsjónir. Ella er tað trýstreingjaða vorðið fyrimyndin- trýggir flokkar, tríggir leiðarar, tríggjar hugsjónir, ongin politikkur? 

Er ongin hugsjónarmaður í leiðslu samgongunnar? Ein, ið kann greiða høgu harrunum fá, at meðan tú vónar tað besta, sær ljóst uppá framtíðina, ert bjartskygdur og lítur á “egnan mát og megi”, er onki í forðar tær at smoyggja upp um armar, byrgja upp fyri kreppu og seta í kortið út kós? 

Jenis av Rana
formaður Miðfloksins