Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petur á Svøð (2. og seinasti partur)

John William Joensen

Óli Olsen, skrivar: Á Konvoy í Eysturgrønlandi, á sjómansskúla, aftur at sigla og hjá Landsverksfrøðinginum

Konvoyin í Eysturgrønlandi
Summarið 1959 sendi Kjølbro eina konvoy av útróðarbátum til Eysturgrønlands at royndarfiska, og Karin K fór við sum móðurskip. Vit komu yvir í øllum góðum, og fiskur var at fáa, men har var bara so pakkað við ísi allastaðni, at teir fingu nærum ikki roynt. Onkrir góðar dagar vóru, men samanumtíkið má sigast, at túrurin var miseydnaður. Fiskurin var flaktur og saltaður umborð, men vit, sum hoyrdu til Karin K, høvdu næstan nóg mikið við at hála vatn. Vit høvdu ein maskinbát, sum vit løgdu eina presending yvir, og so sigldu vit inn eftir vatni og pumpaðu tað við hond upp í tangar á Karini K, tí allir bátarnir skuldu hava vatn frá okkum. Tað var sovorðið arbeiði, sum vit gjørdu, og so at halda skipið viðlíka. Hendinga ferðir stóð á at flekja og at leggja fiskin í salt, og tá hjálptu vit sjálvandi til.
Tíðliga ein góðan morgun fóru vit at sigla heim, men ísurin var so tættur, at myrkur kom á, áðrenn vit vóru leysir av ísbrúnni, og tá fingu vit av allaringasta veðri. Men vit komu so upp undir land í Íslandi og bíðaðu eitt sindur. Vit máttu fylgjast við tí, sum sigldi seinast, og tað var Mathilda úr Leirvík. Hon hevði ymiskar trupulleikar, rútarnir fóru inn á brúnni og okkurt sovorðið, men heimferðin gekk í aðrar mátar væl.

Stundir at fara í land
Umstøðurnar at fara í land tá í tíðini vóru oftast góðar. Við tangaskipinum sigldu vit grúiliga nógv upp á Singapore og oyggjarnar har, og hóast vit løgdu at uttan fyri býin, so vóru skjóttgangandi bátar, sum sigldu ímillum alla tíðina, so tað var eingin trupulleiki. Við vanligum farmaskipi var vanliga stutt at ganga niðan í býin, og komu vit til dømis aftaná døgurða, so varð einki gjørt tann dagin, men bíðað til morgunin eftir. Klokkan fimm seinnapart varð steðgað, og var báturin ikki liðugur at ferma ella at skipa upp, tá ið leygardagurin kom, ja, so lógu vit til mánamorgun. Tað kundi til dømis vera timbur, sum skuldi skipast upp, og tað tók sína tíð.
Eg minnist ein tú við Karini K, at vit komu til Napoli við fullari last av leysum fiski í lastini, 1000 tons. Fiskurin var ikki pakkaður, men stakkaður upp niðri í lastini, og tað gingu 14 dagar at tøma skipið. Rímiligt royndi vit at síggja tey søguligu støðini, sum vóru í nánd: Pomeii og Vesuv í Italia, Akropolis í Grikkalandi, og Korinth-kanalina sigldu vit ígjøgnum.
Einaferð mundi eg komið illa fyri, tá ið eg fór í land. Vit høvdu verið í Singapore, og har hevði eg keypt mær eitt gullur við rómaratølum, eitt sera vakurt ur, og so sigldu vit yvir til Sumatra, sigldu upp eftir einari stórari á, 70 fjórðingar inn í landið. Komu í havn, og um kvøldið fóru fleiri í land. Eg hevði ikki ætlað mær at farið, men fór so ein túr kortini, einsamallur. Nógv trø og annar vøkstur báðumegin vegin, og nokk so fitt var at ganga niðan í býin. Eg var í berari skjúrtu, skýmligt at ganga, og knappliga komu einir fimm mans undan trøunum. Teir lupu á meg, og eg hugsaði beinan vegin, at her var einki at gera. Tann eini tók fingrarnar inn undir leinkjuna, skræddi urið av hondini, men síðani stungu teir av, til alla lukku. Tað er einastu ferð, at eg eri komin illa fyri, og tað kundi sjálvandi verið verri, tí har var myrkt og ikki eitt menniskja í nánd.

Á sjómansskúla
Í 1959 byrjaði eg at ganga á stýrimansskúla í Klaksvík, men til royndina fekk eg ov lítið í matematikk og gavst. Byrjaði at ganga á skiparaskúla í staðin og var liðugur í 1962, og tað gekk hampiligt.
Til skipara vóru hølini hjá okkum eitt kamar úti á sjómansheiminum fyrstu tíðina, men so fluttu vit norður í kjallaran hjá Fischer Heinesen, og har vóru umstøðurnar góðar, og lærararnir vóru stak fittir. Vit høvdu Fischer Heinesen í navigatión, Sonna Eliasen í maskinu, Jóhan Nielsen prest í enskum, og Petur Elleby Andersen høvdu vit eisini í navigatión. Eg meini, at vit høvdu Bjarta Petersen eina tíð eisini. Hann var í hvussu so er stýrimanslærdur.
Fischer Heinesen var stak fittur maður, men honum dámdi ikki, at vit komu ófyrireikaðir í skúla. Vit skuldu gera okkara skúlating, og onkuntíð spurdi hann okkum, hvat vit vóru komnir í skúla til, um vit ikki vistu, at prógvið fingu vit ikki fyri einki. Eg hevði ikki tann stóra barnalærdómin úr Ánunum, so avgjørt ikki, og eg minnist væl, tá ið eg varð tikin upp á talvuna fyrstu ferð. Fischer hevði sett eitt brøkstykki upp á talvuna, so sigur hann, – Petur, kom upp og loys henda brøkin! Eg komi upp á talvuna, men so sigi eg við Fischer, at eg hevði ongantíð í lívinum roknað eitt brøkstykki. Sum so ofta, so tók hann um høvdið á sær. – Jaja, men tað forlangaði hann heldur ikki, segði hann, tað einasta hann kravdi av einum næmingi, tað var at hann dugdi ABC-ið og lítlu tabell, restina kundi hann læra, segði hann.
Mær dámdi so grúiliga væl at morsa, og tá ið eg gekk til stýrimann, plagdu eg og Sámal Jákup, systkinnabarnið, ofta at vera tíðliga aftur eftir døgurða, og so plagdu vit at sita og morsa. Men so var tað onkuntíð, at vit ikki vandaðu okkum nóg væl um tað, sum vit morsaðu, og Fischer sat uppiá og lurtaði. So kundi tað henda seg, at hann kom niður og segði, at tað var ikki so pent, sum vit morsaðu hesaferð.
Komst tú ov seint ein morgun – t.v.s., klokkan var farin av átta – og tú baðst góðan morgun, so segði Fischer Heinesen altíð góðan dag. Tó kom fyri, at klokkan farin av átta onkran morgun, tá ið hann kom, tá segði hann góðan morgun og vit góðan dag. Men tað tók hann bara sum skemt, tað tók hann ikki illa upp.

Aftur at sigla
Tú, eg var ikki meir enn liðugur við skipara, tá ið eg hitti Hans hjá Símun Jens, skipara á Poppy, niðri á Stangabrúnni, og hann bað meg sum bestamann á sildaveiðu. Eg segði við hann, at eg hevði ongantíð í lívinum verið við gørnum og kendi einki til tað. Men har var ein eldri maður úr Oyndarfirði, sum eg kendi eitt sindur, og sum hevði siglt saman við pápa mínum, og hann biður meg vælsignaðan taka av, tí hann skuldi hjálpa mær. Eg fór so, og tað var bara agnsild, veitst tú, so vit vóru ongantíð longri úti enn einar 3 dagar. Eg var so við Poppy í 9 mánaðir, og tað gekk bara væl, og vit sigldu eisini fleiri túrar niður við fiski av Stangabrúnni.
Eg arbeiddi so eitt sindur uppi á landi, ikki var tað nógv, men fór so burtur aftur – við Polli til Grønlands á ísfiskaveiðu. Vit landaðu í Føroyingahavnini, og Louis úr Kunoy var skipari. Vit vóru burtur í seks mánaðir, men tað var ikki tann stóri fiskiskapurin, og tá ið teir góvust at taka ímóti í Føroyingahavnini, fyltu vit skipið við salti og fóru suður á Kappan at royna eftir saltfiski. Vit komu suður á Kappan og fóru at royna við snellu, men longu annan dagin rópar skiparin knappliga snørini inn og setti fulla ferð á, og vit skiltu einki. Nú er tað Tinganes, sum hevur rent á eitt sker, og tá ið vit komu á staðið, vóru teir farnir í bátarnar og lógu hjá, men ikki gekk tíðin long, so søkk hon.
Eg var umborð og mundi vera tann seinasti av henni, áðrenn hon fór. Ein morsilampa lá í stýrhúsinum, sum eg tók við mær, og sum eg gav Klaksvíkar Sjómansskúla, tá ið eg kom heim.
Fólkið var so ført norður til Nanortalik, og eg haldi, at tað var Vesturvón, sum førdi teir, hann royndi eisini har. Vit hildu so fram at fiska, og eg meini, at vit fingu 200 skippund á Kappanum.
Vit komu so heim, og um veturin fóru vit at rógva út. Árið eftir fóru vit upp á Norðurlandið á saltfiskaveiði, royndu uppi við Steinin, og tann túrin var eg bestimaður. Fiskiskapurin var grúiliga smáligur, vit komu heim, og eg fór ikki við aftur. Men árið eftir fór Pollur upp aftur til Steinin, og teir fyltu skipið upp á stutta tíð, eini 400 skippund. Pollur var eitt sera gott skip at vera við, men fór bara so illani. Men Poppy var eisini eitt gott skip, hóast at hon var nakað gomul.
Eftir at hava verið landkrabbi eina stutta tíð, fór eg sum 2. stýrimaður við coastaranum Astrid Rarberg. Vit fóru upp til Íslands at lasta fiskamjøl niður til Cypern, og tað var ein long reisa, men vit komu so niður í øllum góðum. Eg var við tí skipinum í eitt hálvt ár, og tá ið eg kom heimaftur, fór eg at arbeiða hjá Landsverksfrøðinginum, og har havi eg verið síðani.

Hjá Landsverksfrøðinginum
Nú eru góð 30 ár síðani, at eg byrjaði at arbeiða hjá Landsverksfrøðinginum og havi verið formaður alla tíðina. Eg havi Kunoynna, Borðoynna og Viðoynna, og arbeiðið er í høvðusheitum at halda vegakervið viðlíka og at grava kava. Um veturin má eg so javnan upp klokkan fimm um morgunin at vita, hvussu koyrilíkindini eru og at senda útvarpinum kavarapport úr Norðoyggjum. Forsovi eg meg, ja, so kemur eingin fráboðan tann morgunin, men tíbetur hevur tað ikki verið nógv av tí. At fara tíðliga upp hevur ikki bilað, ánaslagið er tiltikið morgunfólk.
Nú eri eg farin at eldast og man ikki duga til so nógv annað. Frægast man vera at hanga í so leingi, sum teir tíma at hava meg har.