Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ sett nýggjan ungdómsvenjara: Jóan Pauli Jacobsen ungdómsvenjari hjá KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ hevur sett tann 32 ára gamla Jóan Paula Jacobsen úr Klaksvík sum nýggjan ungdómsvenjara hjá felagnum, í fyrsta umfari galdandi fyri árið 2009, upplýsir Tummas J. Lervig, formaður í KÍ.

– Jóan Pauli Jacobsen hevur slitið sínar barna- og ungdómsskógvar her í felagnum, og ein stóran part av sínum vaksna lívi hevur hann somuleiðis røkt ymsar venjarauppgávur fyri felagið, upplýsir Tummas J. Lervig, formaður í KÍ.

Drúgvar royndir

– Vit í leiðsluni eru fegin um at hava fingið hesa avtaluna við Jóan Paula. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, har hann hevur verið venjari hjá liðum í øllum deildum uttan í Formuladeildini.

– Somuleiðis hevur hann tikið nøkur av venjaraskeiðunum hjá FSF, so hann hevur góðar førleikar og fortreytir fyri at røkja starvið sum ungdómsvenjari felagsins, staðfestir KÍ-formaðurin.

Satsa meira upp á
heimliga tilfeingið

– Fíggjarliga støðan, bæði her í lokalsamfelagnum og ikki minst í felagnum sjálvum, leggur upp til, at vit leita aftur til røturnar og í enn størri mun enn higartil dúva upp á tær góðu kreftir, sum eru her í lokalsamfelagnum.

– Avtalan við okkara nýggja ungdómsvenjara ber eisini brá av hesum sama, tí sum nevnt er Jóan Pauli Jacobsen ein av okkara lokalu venjarakreftum, sum hevur drúgvar royndir umframt útbúgving.

– Sostatt kennir hann væl og virðiliga felagið og tey fólk, sum eru í og kring felagið, og hann kennir fult út tær uppgávur, sum ungdómsvenjarin skal røkja.

Jóan Pauli verið
venjari síðan ‘93

Jóan Pauli Jacobsen byrjaði sum venjari í piltadeildini í 1993, tá ið hann var 16 ára gamal.

Síðani hevur hann uttan slit verið venjari hjá ymiskum liðum í fleiri ymiskum deildum, burtur sæð frá árunum 1999-2003, tá ið hann var í Danmark og fekk sær læraraútbúgving. Hetta var í Haslev, har hann eisini var virkin sum venjari.

Meginpartin av tíðini hevur Jóan Pauli verið venjari hjá KÍ. Tó var hann í Víkingi í fjør, har hann vandi 1. deildarliðið, sum var mannað av ungum leikarum og kláraði seg væl í deildini.

Millum leikararnar, sum Jóan Pauli hevur vant, kunnu eitt nú nevnast Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen, Símun Joensen, Kristin á Lakjuni, Jósup Henriksen, Karstin Joensen o.s.fr.

Umframt venjarauppgávur hevur Jóan Pauli eisini gjørt onnur ting fyri felagið. Eitt nú var hann partur av ungdómsbólkinum, sum í 1997 og frameftir – í samstarvi við táverandi ungdómsvenjaran, Annfinn Danielsen – skipaði ungdómsvenjingar og –politikk felagsins.

Harleyfacadeacryl