Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv – liðkappingin í 2. deild: Oddaliðið Sandavágur vann stórt á Klaksvík 3

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sum væntað vann oddaliðið úr Sandavági dystin í Skákinum sunnudagin ímóti triðbesta liðnum hjá Klaksvíkar Talvfelag.

Úrslitini í 2. deild sunnudagin vóru hesi:

Rókur 1 – Toftir                                       1 – 3

Kollafjørður – Vestmanna 2                    0 – 4 (uttan dyst)

Klaksvík 3 – Sandavágur 2                   ½ – 3½
Rógvi Dragaberg – Jónfinn Thomsen        0 – 1
Egil Finsson – Heri Christoffersen            ½ – ½
Bogi E. Hansen – Høgni E. Nielsen           0 – 1
Heðin Gregersen – Hjalti Petersen           0 – 1

Kollafjørður hevur tikið seg úr kappingini, og hini liðini í deildini vinna harvið allar sínar dystir ímóti teimum við 4-0.

Við hesum verður støðan í 2. deild henda:

1)  Sandavágur 2      21,5 stig
2)  Toftir                    20,0 stig
3)  Rókur 1                17,5 stig
4)  Vestmanna 2       15,5 stig
5)  Klaksvík 3            13,5 stig
6)  Kollafjørður               0 stig

Við hesum er greitt, at Klaksvík 3 ikki kann flyta niður úr 2. deild.

Samstundis er spenningurin stórur í ovara enda av stigatalvuni, har serliga Sandavágur 2 og Toftir liggja væl fyri í kappingini um uppflyting í 1. deild.