Bláabygljan skipaði fyri sjavskapping seinasta hóskvøld.
9 pør høvdu meldað seg til og kappingin var soleiðis skipað, at øll pørini fingu fótbóltsnøvn.
Nøvn sum KÍ, HB, Undri, Fc Ravnur osv
Sjálv kappingin var sera spennandi. Tað var ikki fyrr enn síðsta umfar, at avgerðin fall, tá ið Fc Ravnur (Elias í Vági og Jákup Gerðalíð) – AB (Thormund Frederiksberg og Álvur Zachariasen) brustu saman. Tá síðsta kortið var lagt á borðið, vísti tað seg, at AB fór avstað við sigrinum, og samstundis vunnu teir kappingina.
Bláabygljan skipar aftur fyri sjavskapping nú mikukvøldið kl. 19.00, og ikki hóskvøldið sum vanligt er. Orsøkin er, at Stjørnan og Neistin leika semifinalu dyst í steypakappingini í KÍ-høllini hettar kvøldið.
Bláabylgjan takkar handilin Inn fyri stuðlin




