sigur formaðurin í løgtingsins trivnaðarnevnd, Jákup Mikkelsen, sum ætlar sær at taka málið upp í samgonguni beinanvegin
– Vit mugu tryggja teimum eldru ein virðiligan aldurdóm og sum støðan er í løtuni viðvíkjandi røktarheimsplássum hava vit ein stóran politiskan trupuleika – sum má finna eina loysn.
– Tí er neyðugt at politiski myndugleikin tekur málið upp beinanvegin.
– Umstøðurnar hjá teimum eldru í føroyska samfelagnum eru nógv verri enn flest fólk gera sær fær um.
Hetta sigur Jákup Mikkelsen, formaður í løgtingsins trivnaðarnevnd í stuttari viðmerking. Hann sigur at málið kann ikki bíðja og tí fer hann at taka málið upp í samgonguni beinan vegin.




