Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konseptið LIVA skipar fyri: Njótingarfrekur leygar- dagur í Klaksvík 14/2-09

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

14. februar 2009 skipar LIVA fyri sínum fyrsta tiltaki, sum samstundis er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum: Ein “vælveru-dagur” ella við øðrum orðum “ein njótingarfrekur leygardagur”. Spælt verður upp á allar streingir – og tað skal tryggja tær eina góða uppliving.

Eitt nýtt hugtak ella konsept hevur sæð dagsins ljós her í lokaløkinum. Talan er um ”LIVA Konseptið”, sum kann finnast á heimasíðuni: www.liva.fo.

Undir slagorðunum ”Vælvera, Heilsa og Upplivingar” siga stigtakararnir til Liva seg vilja stuðla undir møguleikan hjá tí einstaka at liva eitt heilsugott lív í góðari javnvág við seg sjálvan og umhvørvið. Hetta gera vit m.a. vit at skipa fyri tiltøkum, ið liva upp til hetta endamál.

Málið við LIVA-tiltøkunum er sostatt: at bjóða upplivingar, ið geva vælveru, kunnleika og lívshug. Tey flestu okkara hava so mong smá og stór gerandishøft liggjandi á okkum, at stundir eru ikki til at ansa eftir okkum sjálvum. Persónlig vælvera og heilsa verða skúgvað til viks, tí tey materiellu krøvini í alt størri mun seta dagsskránna.

Liva vil skapa avbrot í gerandisdagin, soleiðis at tú í øllum førum hesar løtur flytur fokus frá tí hektiska gerandisdegnum til lívsnjótan og vælveru. 

At geva sær sjálvum gætur – og til tíðir loyva sær at vera eitt sindur sjálvsøkin – gagnar ikki bert einum sjálvum, men eisini teimum, ein er góður við, og samfelagnum øllum.

Víðari skrivar heimasíðan hjá LIVA, at tey fyrstu tiltøkini, LIVA kemur at skipa fyri, eru:

– Njótingarfrekur leygardagur 14. februar 2009
– Fyrilestur og skeið í mai 2009
– Couching sept. 2009

Fitness drotning til Føroya

Í sambandi við Njótingarfreka leygardagin tann 14. februar 2009 kemur danska fitness drotningin, Anja Nielsen á vitjan í Klaksvík.

Anja Nielsen hevur drúgvar royndir innan fitness, og hevur gjørt tað bragd at vinna tvær ferðir tann stóra heiður at verða skýrd “miss fitness” í Danmark. Kvinnan hevur í fleiri ár arbeitt aktivt innan heilsu og sunnheit, og hevur verið virkin sum coach og vegleiðari. Eisini hevur hon verið sjónlig á fleiri kendum og vælvitjaðum heimasíðum s.s .guldbageren.dk og oestrogen.dk.

Í Føroyum kemur Anja at røða um, hvussu vit fáa broytt okkara lívsstíl, soleiðis at vit fáa meiri yvirskot í gerandisdegnum, jaliga tankagongd og betri stundir. Harafturat fer hon eisini at greiða frá, hvussu vit við at hugsa, eta og venja á rættan hátt, tapa okkum uttan tó at skula á klænkiskeið.

Sera spennandi skrá
 
Skráin fyri hetta stóra tiltakið tann 14. februar, sum framvegis verður dagførd, sær í løtuni soleiðis út:

16.00:  Høllin letur upp

16.00:  24 workshop´s/verkstovur innan móta, heilsu, vælveru, njótilsi og upplivingum lata upp.

16.00:  Buffé, salatbarr og kaffi-barr lata upp

17.00:  Vælkomin og øll flenna saman

17.15:  Tónar frá kendum føroyskum tónlistafólki

17.30:  Fyrilestur um “lit og stíl samanseting”

18.00:  Anja Nielsen hevur fyrilestur um at fara frá undirskoti til yvirskot í gerandisdegnum

19.00:  Stórt mótashow við gerandis- og frítíðarklæðum            

19.30:  Fyrilestur um: “sjálvsálit og framburð”

20.30:  Catwalk: 4 kendir føroyskir sniðgevar vísa kollektión fram

21.00:  Hugleiðing um “javnvág millum kvinnu- og mansleiklutin”, á pallinum

22.00:  Stórt mótashow við veitsluklæðum

22.30:  Dans in the night: Dansishow

23.00:  Tónar frá kendum føroyskum tónlistafólki

23.30:  Nátt í Bankok, undirhald á pallinum

24.00:  Mótashow og konsert