Frá mánadegnum kann bakaríið hjá Jórun bjóða “Stempul í bók” sum er eitt nýtt átak
Hvørja ferð tú keypir bakaravørur fyri 40 kr., fært tú eitt stempul í bókina (virði 2 kr.) Tá tú hevur savnað stempul í eina fulla bók, hevur tú spart 160 kr. , sum tú kanst nýta sum tú vilt hjá okkum.
Á føðingardegi tínum fært tú harafturat eina kaku um tú teknar teg sum lim mánadagin. Sagt við øðrum orðum, teknar tú teg sum lim mánadagin og hevur føðingardag týsdagin, so geva vit tær eina køku í føðingardagsgávu. Byrjað verður sum sagt mánadagin 19. januar 2009. siga tey hjá Jórun í tíðindaskrivi og leggja afturat at tey eru spent at síggja so nógv sum gjørligt mánadagin.




