Niclas Niclasen, sum síðan stovnanina av Team Klaksvík bæði hevur verið nevndarlimur og virkin leikari, hevur nú átikið sær venjarauppgávuna hjá 2. deildarliðið felagins.
Hondbóltsfelagið Team Klaksvík varð sett á stovn í september mánað í 2006 og er sostatt bert góð tvey ára gamalt. Framman undan hesum lá manshondbólturin í Klaksvík í dvala í nógv ár.
Tað sigur seg tí sjálvt, at tað er ein longri tilgongd, sum Team Klaksvík skal arbeiða seg ígjøgnum, áðrenn manshondbólturin í Klaksvík aftur kann koma upp á eitt støði, sum kann kappast við tey siðvandu feløgini í føroyskum hondbólti.
Fyrsta árið, felagið luttók í hondbóltskappingini, var tað við bert tí eina liðnum, sum tað árið vann seg upp úr 2. deild upp í 1. deild.
Síðan er talið av liðum so smátt byrjað at vaksa. Nøkur yngri lið eru, sum luttaka í kappingunum hjá Hondbóltssambandi Føroya (HSF), og síðan hevur Team Klaksvík – umframt 1. deild – eisini eitt 2. deildarlið.
Á heimasíðuni hjá Team Klaksvík kann lesast, at felagið júst hevur gjørt avtalu við Niclas Niclasen um, at hann tekur við sum venjari hjá 2. deild.
Niclas er væl kendur ítróttarmaður her í lokaløkinum, einamest sum fótbóltsspælari í KÍ, síðan GÍ og nú í Víkingi, men hann hevur eisini royndir sum hondbóltsspælari.
Fyrsta dystaruppgávan hjá Niclasi verður ímóti StÍF leygardagin kl. 18:30 í KÍ-høllini, at tí at Mjølnir-kappingin hetta vikuskiftið fer fram í Badmintonhøllini.
Niclas hevur úttikið sínar menn til dystin móti StÍF, og sær hópurin soleiðis út: Daniel, Gunnar, Ásmundur, Einar, Óli, Ebbe, Lindi, Meinhardt, Kristian, Willy, Henry, Kristoffur og Andrias.
Harafturat verður arbeitt við at fáa leikaraloyvið hjá Hans Jákup Abrahamsen til Team Klaksvík til dystin ímóti StÍF, men enn er óvist, um hetta eydnast.
Team Klaksvík hevur higartil fingið hesi úrslit í inniverandi kapping í 2. deild:
08/11-2008: Team Klaksvík – KÍFa 18-25
16/11-2008: Team Klaksvík – EB 13-25
22/11-2008: StÍF – Team Klaksvík 50-16
06/12-2008: Team Klaksvík – VB 30-26
10/01-2009: EB – Team Klaksvík 25-13
Støðan í 2. deild er íløtuni henda:
1) KÍFa 4 dystir 7 stig
2) StÍF 3 dystir 5 stig
3) EB 5 dystir 5 stig
4) Team Kl. 5 dystir 2 stig
5) VB 3 dystir 1 stig
6) Tjaldur 0 dystir 0 stig




