Mikudagin 28. januar framførur tjóðpallurin leikin Nordost í Atlantis.
Í næstum fer nógv rósti leikurin "Nordost" út at ferðast kring landið.
Leikurin snýr seg um hendingina, tá ið Dubrowka leikhúsið í Moskva varð hersett av tjetjenskum uppreistrarfólki.
850 fólk vóru tikin gíslar í hersetingini, sum vardi 57 tímar, áðrenn russiskar serdeildir leiddu gass inn í bygningin. Í minsta lagi 129 av gíslunum doyðu. Leikurin Nordost sigur søguna hjá trimum av teimum kvinnunum, sum kundu havt verið í Dubrowka leikhúsinum ræðutímarnar.
Tsura, tann svarta einkjan úr Tjetjenia, hevur mist alt og øll í ræðuleikunum í Tjetjenia og er til reiðar at spreingja seg í luftina fyri sakina. Men undir harðrendu maskuni, goymir ivin og veikleikin seg.
Lettiski læknin Tamara er einkja eftir russiska hermannin Nikolaj, sum tók lívið av sær aftaná at hava verið í Tjetjenia og barst. Hennara bersøgna lyndi og kaldi effektivitetur kemur henni til góðar, tá ið hon stendur uttanfyri leikhúsið og finnur út av dóttirin er innanfyri.
Bókhaldarin Olga verður saman við manninum og dóttrini tikin gísli í Dubrowka leikhúsinum. Hennara róliga og friðaliga verð syndrast, tá ið tjetjensku uppreistrarfólkini tysja inn í leikhúsið, men í mótganginum kemur hennara rættvísi og mót til sjóndar.
Her eru ongar hetjur og ongir djevlar. Leikurin sigur søguna um tær tríggjar kvinnurnar, og hvat ið hevur sett tær í ta støðu, tær eru. Allar tríggjar fangaðar og í dýrastu neyð.
Leikurin Nordost hevur gingið sigursgongd um stóran part av heiminum. Týski rithøvundurin Torsten Buchsteiner dugir meistaraliga væl at siga søguna beint fram, uttan at fara í parti við nøkrum. Leikurin gevur áskoðarunum ein møguleika at kaga afturum og skilja, at tað eru menniskju á báðum síðum í einum og hvørjum stríði.
Leikurin Nordost verður framførdur í Atlantis mikukvøldið 28. januar klokkan 19.30. Atgongumerki á kr. 150,- fáast í Atlantis.




