Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan basti akkurát Neistanum

Oliver Joensen

Fekk Neistin ein avsmurning í Klaksvík í hálvfinaluni, so var munurin lítil á liðunum í dag í Havn. Dysturin endaði við einum 17-13 sigri til Stjørnuna.

Tað leikaði hart á hjá Stjørnuni ídag í Havn. Aftur nú var tað Neistin tað gald, men hesaferð landskappingin. Stjørnan kom ongantíð upp í snúðningar ídag, og helst var tað dysturin fyrr í vikuni ið enn sat í beinunum.
Hóast verjan virkaði væl, so fingu okkara Stjørnur lítið og onki burturúr álopunum. Fyrri hálvleikur endaði við javnleiki 7-7.
Byrjanin av seinna hálvleiki líktist fyrra, men aftana at umleið 15 min vóru leiktir, hevði Stjørnan strevað seg fram til eina fýra máls leiðslu, men tá fáir minuttir vóru eftir, var leiðslan tódnað til tvey mál. Tað eydnaðist tó sum sagt at koma upp á eina fýra máls leiðslu til endan, soleiðis at úrslitið gjørdist 17-13 til Stjørnuna.