Fyri oddaliðið, Klaksvík 1, vann Rani Nolsøe sunnudagin á Tummas Martin Sólsker, meðan Steintór Rasmussen mátti lúta fyri Willa Olsen, sum vann einasta stigið fyri Klaksvík 2 í lokaluppgerðini.
Sunnudagin vórðu tey tvey írestandi talvini í lokaluppgerðini millum Klaksvík 1 og Klaksvík 2 telvað í Skákinum.
Hetta vóru tey einastu talvini í Skákinum hendan sunnudagin, so plássið høvdu teir gott hendan seinnapartin, tá ið veðrið ikki var av tí besta – buldraligt januarveður, men innandura varð kaffi sett útá, og so settust klaksvíkingarnir við puntarnar.
Bæði umboðini hjá Klaksvík 1, sum er oddalið í liðkappingini í 1. deild, høvdu hvíta fólkið.
Steintór Rasmussen hevði hvíta fólkið ímóti Willa Olsen á 2. borði, meðan Rani Nolsøe telvaði við hvítum ímóti Tummas Martin Sólskerð.
Vikuskiftið frammanundan var hin helvtin av hesum talvdystinum avgreidd, og fyribils støðan í dystinum var 2-0 til Klaksvík 1, har Ólavur Simonsen á 1. borði hevði vunnið á Terja Petersen, og á 3. borði hevði Finnbjørn Vang sigrað ímóti Rana Baldursson.
Tá ið av tornaði sunnudagin, vann Wille á Steintóri og minkaði harvið um munin í dystinum til 1-2, men samstundis vann Rani á Tummas Martin, so samlaða úrslitið av dystinum gjørdist ein 3-1 sigur til Klaksvík 1.
– – –
Tey samlaðu úrslitini í 6. umfari av liðkappingini í 1. deild vóru hesi:
Havnin 2 – Havnin 1 1 – 3
Sandavágur 1 – Vestmanna 1 2½ – 1½
Klaksvík 1 – Klaksvík 2 3 – 1
Ólavur Simonsen – Terji Petersen 1 – 0
Steintór Rasmussen – Wille Olsen 0 – 1
Finnbjørn Vang – Rani Baldursson 1 – 0
Rani Nolsøe – Tummas M. Sólsker 1 – 0
Støðan í 1. deild er nú henda:
1) Klaksvík 1 16,0 stig
2) Havnin 1 14,0 stig
3) Sandavágur 1 13,5 stig
4) Vestmanna 1 10,5 stig
5) Klaksvík 2 9,0 stig
6) Havnin 2 8,0 stig
Sostatt er tað ein dystur millum Havnina og Klaksvík í báðum endum av stigatalvuni, í oddinum um føroyameistaraheitið og í botninum um at sleppa undan niðurflyting í 2. deild.
– – –
Næsta umfar (7. umfar) verður longu komandi vikuskiftið, har bæði Klaksvíksliðini hava heimavøll:
Sunnudagin 25. januar 2009 kl. 14:00
Klaksvík 1 – Vestmanna 1
Klaksvík 2 – Sandavágur 1
Vestmanna 1 – Havnin 1




