Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spøkilsissøgur í kjallarinum á bókasavninum

Oliver Joensen

Mikukvøldið 21. januar klokkan 19.00 verður aftur spøkilsiskvøld í kjallaranum á bókasavninum

Mikukvøldið 21. januar klokkan 19.00 verður aftur spøkilsiskvøld í kjallaranum á bókasavninum, har børnini fara at lurta eftir óhugnaligum søgum, sum Steintór Rasmussen sigur frá. Spøkilsiskvøldið er fyri tey 9-12 ára gomlu. Kjallarin á bókasavninum er ikki so stórur, og tí er avmarkað, hvussu nógv sleppa inn. Ókeypis atgongumerkir til spøkilsiskvøldið eru at fáa á bókasavninum frá mánadegnum 19. januar og so leingi atgongumerkir eru.
Spøkir tað á bókasavnium? Vit fáa at síggja mikukvøldið…