Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðurforsøgn galdandi frá middegi fríggjadagin 23/1-09

John William Joensen

Næmingar á Klaksvíkar Sjómannsskúla hava gjørt eina veðurforsøgn sum sigur at vit kunnu rokna við frægari veður um vikuskiftið hóast nógvan vind í dag.

Eitt lágtrýst, 950 hpa, liggur í ein landsynning úr Íslandi, og fer í ein vestan. Tað grynnist, og tilhoyrandi brúgvaløg hava regn við sær.

Veðrið fríggjakvøldið:
Strúkur í vindi 10-15 m/s av landsynningi og nakað av regni. Hitin verður um 6 hitastig. Seinni út á náttina minkar hann vindin niður í lot 2-5 m/s av landsynningi.

Leygardagin á middegi eitt lot av suðri, 3-5 m/s. Fyri tað mesta turt, men seinni út á dagin møguliga okkurt æli. Hitin verður um 7 hitastig.

Leygarkvøldið á middnátt verður eitt lítið lot 2-3 m/s av landsynningisuðuri. Hitin verður undir 5 hitastig. Einki avfall og gott sýni.

Á døgverða sunnudagin, verður eitt lítið lot, 2-3 m/s, av ymsum ættum. Hitin verður undir 5 hitastig. Tað verður turt og kanska onkur sólglotti.

Sunnukvøldið á midnátt eitt lítið lot, 2-3 m/s. Ættin verður landsynningureystan. 5 hitastig og nakað av regni. Fram til mánamorgunin veksur hann vindin upp í frískt lot til frískan vind, 6-8 m/s, av vestri – hitin verður undir 5 stig, fyri tað mesta turt.