Atlantis verður karmur um ein hugvekjandi sjónleik, tá Tjóðpallur Føroyum framførir leikin Nordost tann 28. januar.
Tjóðpallur Føroya er á rundferð við leikinum Nordost, og nú gongur leiðin til Klaksvíkar.
Leikurin snýr seg um hendingina, tá ið Dubrowka leikhúsið í Moskva varð hersett av tjetjenskum uppreistrarfólki. Leikurin fekk sera góð ummæli, tá hann gekk á Gamla Meiarínum í fjør heyst, og var væl vitjaður. Nú verður so møguligt at síggja henda hugvekjandi og hjartanemandi leik í Klaksvík. Leikurin gevur áskoðarunum ein møguleika at kaga afturum og skilja, at tað eru menniskju á báðum síðum í einum og hvørjum stríði. Kanska vert at hava í huga í dag, tá stríð valdar millum Ísrael og Gaza, og terroristar annars hava hug at søkja at sivilum málum í vesturheiminum.
Atgongumerki fáast í Atlantis ½ tíma undan filmssýningum, sum hesa vikuna (frá frí. 23. til og við týs. 27.) eru hesir: “Mor Muh”, “The Spirit” og tann sera vælumtókti “The Yes Man”.
Sí meir á atlantis.fo




