Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óli Marnar Christiansen hevur keypt Statoilstøðina í Leirvík

John William Joensen

– Umfatandi broytingar verða nú gjørdar og eg meti at vit fáa ein góðan og áhugaverdna bygdahandil, sigur Óli Marnar Christiansen

Frá í dag av er tað Óli Marnar Christiansen sum eigur Statoilstøðina í Leirvík og sambart honum fer ein nýggjur Merco handil at húsast á støðini.

– Handilin hjá Rasmus í Leirvík er stongdur og vit hava yvirtikið innbúgvið. Samstundis byggja vit út á Statoilstøðini so tá nýggi Merco handilin verður liðugur verður handilin einar 240m2.

Spurgdur um hví Óli Marnar er farin til Leirvíkar at handlað, sigur hann at Leirvík er eitt sera spennandi pláss.
– Tað er lætt og høgligt at koma til og úr Leirvík og nógva ferðslan sum í dag gongur gjøgnum bygdina ferð við nýggja Leirvíksvegnum at liggja beint niðanfyri støðina.

– Eg trúgvi at góður møguleiki er hjá okkum at skapa ein góðan bygdahandil, sigur Óli Marnar Christiansen í stuttari viðmerking.