Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neistin og Stjørnan leika í kvøld

John William Joensen

Seinna hálvfinalan í steypakappingini millum Neistan og Stjørnuna verður leikt í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld kl. 20:00.

Fyrru hálvfinaluna, sum varð leikt í Klaksvík fyri 14 døgum síðani, vann Stjørnan greitt 33-22, so tað skal vilja illa til, um tað ikki skal eydnast Stjørnuni at vinna sær pláss í steypafinaluni, sum verður leikt í Havn 7. februar. Hin hálvfinalan stendur millum Tjaldur og StÍF. Fyrru hálvfinaluna teirra millum vann Tjaldur 29-23.