Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað snýr seg um at finna loysnir

John William Joensen

LEIÐARIN – NORÐLÝSIÐ: Sigast má, at undanfarna býráðssamgongan settið samstarvið í Norðuroyggjum høgt.

Tó at hondin kanska ikki altíð var so heppin, so fingu vit kommunusamanleggingar. Mikladalur/ Trøllanes og Svínoy komu uppí Klakksvíkar Kommunu ella vit upp í teirra, tað veldst vælsagtans um eyguni sum síggja.

Tað er so lætt at siga, at onki loysir seg at gera á útoyggj. Men sum skilst, so hava kalsoyingar sum so hildið seg hava fingið meira fyri minni, við at leggja saman við Klaksvíkar Kommunu.

Tað er sera hugaligt at frætta, at býráðið í fullum álvara hevur viðgjørt sambýlið í Svínoy og at ætlanin um at byggja hetta liggur frammalaga.

Tað var tann tíð, tá liviligt var á Svínoynni, og lítið skal til at aftur verður møguleiki fyri rættuligum lívi har á oynni. Víst hevur mangan verið á, hvussu stutt oyggin liggur úr Borðoynni og Viðoynni og hvussu stórt og vítt lendi er á oynni. Tað kann ikki vera rætt, at vit føroyingar als ikki skulu gera eina roynd at steðga áhaldandi flutningsstreyminum til høvuðsstaðin. Tað er okkara uppgáva at bera so í bandi, at so stórur partur av landinum verður gagnnýttur sum møguligt.

Vit vita øll at Klaksvíkar Kommuna ikki er serstakliga væl fyri pengaliga og at nógvar avbjóðingar standa fyri framman. Men vit eiga áhaldandi at royna at fáa Norðoyggjar allar til eina kommunu, og tað kemur at kosta kommunukassanum.
Verða vit ein kommuna, so fer hendan kommunan at sita við bróðurpartinum av útoyggjunum í Føroyum, og tí átti at verið møguligt, at eisini landskassin lætti um hjá Klaksvíkar Kommunu, soleiðis at nakað munagott kundi verið gjørt við útoyggjarnar í økinum undir vegleiðing og stýring higani, við tí fyri eygað at menna oyggjarnar, so ella so.

Tað, at byggja eitt sambýlið úti í Svínoy er ein sera góð byrjan, sum skilst snýr projektið seg um 6 milj. krónur, harav Svínoyggin sjálv eigur eina millión, hevur lati grundøki og hevur planerað, ímeðan landið eisini letur stuðul, sostatt er parturin hjá Klaksvíkar Kommunu ikki so ovurhonds stórur.

Sjálvandi skulu vit vera ein kommuna í Norðoyggjum einaferð, og sjálvandi fer tað at kosta nakað í fyrsta umfari at lyfta útoyggjarnar upp á eitt hægri støði materielt og allarhelst í fólkatali eisini, og tað eigur at bera til.

Spurningurin er bara um vit hava nóg stórt áræði og hugflog til at finna tær loysnir sum krevjast.