Síðani endursendingin av morgunlestrinum varð tikin av skránni, hava fólk í hópatali ringt, sigur Uni Næs, formaður í Kristligt lurtara og hyggjarafelag.
Tað eru fólk úr øllum landinum, sum ringja, og tey eru sera hørm um støðuna. Tað, sum er serliga áhugavert, er at tað eru fólk í øllum samkomum, sum ringja, sigur Uni Næs, formaður. Vit royna at ávirka Kringvarpið so frætt, sum vit kunnu og vóna at vit verða hoyrd.
Á heimasíðuni hjá felagnum verður nú ein stórur partur av viðmerkingum og lesarabrøvum samlað, sum fólk hava havt í bløðunum í seinastuni. Har kunnu fólk eisini melda seg sum lim í Kristligt lurtara og hyggjarafelag.
Eg havi eina vón, um at Morgunlesturin fer at koma í rættlag aftur, sigur Uni Næs at enda.
Heimasíðan er: www.klh.fo




