Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chase heldur føðingardag á Summar Festivalinum

John William Joensen

Rockbólkurin Chase ger comeback í sambandi við 20 ára føðingardagin, og teir leggja upp til eitt ordans rockbrak á Summar Festivalinum í august

Chase telist millum legendurnar í føroyskum rocktónleiki. Teir vóru millum best umtóktu bólkarnar í Føroyum í fleiri ár, og við rocktónleiki í altjóða flokki livdu teir dreymin á føroyskum palli.

Teir hava givið tvær fløgur út, og sangir sum Fyrstu Ferð, Two Heart, Sjey Míl Frá Hollywood og Niðasta Brúgv eru millum varðarnar, sum standa eftir bólkin.

Í ár fyllir Chase 20 ár, og føðingardagurin skal haldast við rimmar framførslu á Summar Festivalinum.

– Vit hava tosað um tað leingi, men bara soleiðis leystliga. Í ár eru 20 ár liðin, síðani vit byrjaðu at spæla, og vit hava tosað um at gjørt okkurt í hesum sambandi. Tað verður so framførslan á Summar Festivalinum, sigur Edmund Jacobsen, sangari í bólkinum.

– Um tað er eitt veruligt comeback, ja, tað mugu áskoðararnir avgera. Vit fara í hvussu er at gera okkara besta. Vit eru allir sera spentir og fit for fight, og tað verður stuttligt at møtast aftur. Vit hava satt at siga ikki verið saman síðani vit innspældu "Sum Tjóvur á Nátt” í 2001, sigur hann.

Spæla tað besta
Chase vóru kendir fyri bæði at spæla egnar rocksangir, og fyri at spæla tað besta hjá kendum útlendskum bólkum.

– Á Summar Festivalinum fara vit at spæla tað besta úr kataloginum – mest løg frá báðum fløgunum, men helst eisini okkurt einstakt coverlag, og møguliga okkurt nýtt, sigur Edmund Jacobsen.

Hvussu kennist tað at fara aftur á pallin?

– Kann bara svara fyri meg sjálvan. Og mín meining er, at tað kenst sera gott. Eg gleði meg. Havi tosað við hinar, og teir eru eisini sera spentir.

Er Summar Festivalurin hóskandi til eitt Chase-comeback?

– Persónliga haldi eg, at Chase riggar best á einum stórum palli, har ið vit kunnu leika í og spæla rokkstjørnir. Tvætl! Lítil ella stórur pallur – tað snýr seg um tónleik. Vit fara bara at gera okkara besta, og lata áskoðararnar døma.

Fyrst og fremst festivalur
Hevur Chase nakra framtíð uttan hesa comeback-framførsluna?

– Eg tori ikki at siga. Um tað nú gongur ordiliga væl á Summar Festivalinum, so kann tað verða, at vit fara at freistast til okkurt meira. Kennist tað stuttligt og spennandi, so er tað ikki óhugsandi at vit gera okkurt saman í framtíðini. Nú fáa vit at síggja.

Og fyri fyrstu kunnu gomlu fjeppararnir fegnast um, at Chase aftur kann upplivast á palli. Og tey yngru kunnu fáa eitt prógv um, at føroyingar sanniliga duga bæði at skriva og spæla rættan rocktónleik.

Harleyfacadeacryl