Hendan Brandgásin leitar sær føði úti á Norðoyri. Heldur sjáldsamur gestur her, men ikki óvanligur aðrastaðni í Føroyum.
Jens Kjeld Jensen, úr Nolsoy sigur okkum, at hetta kann vera ein brandgás sum er komin norðan ífrá at vitja, men helst er hetta ein føroysk gás. Tað er nevniliga soleiðis, at fleiri føroyingar hava havt brandgás í fangilsi, og summar eru slopnar leysar, við tí úrslitið, at eini 5-10 pør eiga á Sandoynni millum annað, so helst er hendan eisini føroysk.




