Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bilur út av Ánavegnum

John William Joensen

Tvey ungfólk komu frá óhappinum í øllum góðum, hóast bilurin bóltaði runt oman móti sjóarmalanum

Frá politistøðini í Klaksvík verður sagt at óhappið hendi kl. níggju í morgun.

– Bilurin var á veg inn móti Klaksvík tá annar bilur bráddligað ferð niður í ferð og fyri at umgangast at renna saman snarar bilførarin inn á víkuplássið men kavin gjørdi at hann ikki kláraði at steðga bilinum.

– Bilurin fór beinleiðis omanav vegnum og bóltaði runt áðrenn hann steðgaði stutt oman fyri fjørubakkan.

– Ein genta og drongur vóru í bilinum og gentan fekk glassplintur í hondina, annars komu tey frá óhappinum uttan nakað mein, varð sagt av politistøðini og lagt var afturat at baði sótu í trygdarbelti og hetta uttan iva hevur verið viðvirkandi til at eingin skaði hendi.