Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bilverkstaðurin uttast á Bumshamri: Sven Dahl rekur nú bilverkstaðin har hann byrjaði sum lærlingur

John William Joensen

Sum blaðungur byrjaði Sven Dahl sína yrkisleið sum bilmekanikari á verkstaðnum hjá Elmari Zachariasen á Bumshamri, og nú er hann aftur har – nú sum
verkstaðsleiðari.

Í hesum døgum síggjast nógv tung skýggj innan tað fíggjarliga í samfelagnum í dag, har fleiri virki í seinastuni hava antin skert sítt virksemi ella hava givið skarvin yvir.
Hetta er ikki galdandi fyri 66 ára gamla Elmar Zachariasen, sum síðan fyrst í sjeyti árunum hevur rikið lastbilavinnu og síðan miðskeiðis í áttati árunum eisini bilverkstað.

Satsa upp á verkstaðin
Fyri stuttum seldi Elmar lastbilapartin av fyritøkuni, sum fevndi um eitt stórt tal av bilum, trailarum og vognum.
Ístaðin hevur Elmar Zachariasen nú valt at satsa upp á verkstaðin, og tað er í tí sambandi, at hann fyri stuttum setti Sven Dahl, bilmekanikara, í starv sum verkstaðsleiðara.
Bilverkstaðurin hjá Elmar Zachariasen er væl útgjørdur, bæði til vanligar persónbilar og størri akfør og hevur somuleiðis sproytikliva.
Tað eru umleið 20 ár síðan, at Sven sum 20 ára gamal unglingi umvældi tann fyrsta bilin á verkstaðnum hjá Elmari Zachariasen.
Tá var hann óroyndur og ólærdur, men hugurin var kveiktur, tí líka síðan hevur Sven uttan slit umvælt, rættað upp, pussað og lakerað bilar í hundraðtali.

Fór í læru sum
bilmekanikari

Eftir eina tíð sum tímaløntur arbeiðsmaður á verkstaðnum kom Sven í læru sum bilmekanikari.
Innan bilar eru serliga tvey øki, har fólk innan bilbransjuna vanliga útbúgva seg. Tú kanst fara í læru sum bilmekanikari, har dentur verður lagdur á motorin og annars tað tekniska og elektriska í bilinum. Hin stóri bólkurin av lærlingum er innan umvæling og lakering av skaðum.
Tað var tað fyrra, ið Sven Dahl valdi, og í 1993 varð hann útlærdur sum bilmekanikari.
Sven hevur somuleiðis stóran áhuga í at arbeiða við skaddum bilum og lakering, og hevur hann arbeitt nógv við hesum og tikið skeið innan hetta fakið, bæði á Tekniska Skúla í Tórshavn og í Danmark.
Eftir lokna útbúgving sum bilmekanikari arbeiddi Sven Dahl í nøkur ár hjá Elmar Zachariasen, áðrenn hann fór í starv á Shellstøðini, sum Dávur Joensen tá átti. Hesa tíðina var Sven eitt nú lærumeistari hjá lærlingum.
Tey seinastu árini hevur Sven arbeitt sum sjálvstøðugur vinnurekandi, til hann fyri stuttum seldi sín lut í Kl. Autolakering og byrjaði í starvi á verkstaðnum hjá Elmari Zachariasen.
Sostatt hevur Sven Dahl sum royndur bilmekanikari í dag eina breiða vitan og førleikar innan so at siga allar tættir í bilmekanikarafakinum.