Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarnevndarlimir standa saman

John William Joensen

Ì morgun fekk uppskot um eykajáttan frá Miðflokkinum av grovfíluni frá baði samgongu- og andstøðu limum í fíggjarnevndini og hóast nógv hevur verið funnist at arbeiðinum í fíggjarnevndini – so tykist breið semja verða um samtyktu fíggjarlóg.

Uppskotið frá Miðflokkinum um eykajáttanarlóg til koppseting fyri lívmóðurhálskrabba, fekk eina heldur óvantað harða mótstøðu í tinginum í morgun.

Flestu tinglimir søgdu seg annars verða fyri uppskotinum at koppseta móti lívmóðurhálskrabba men uppskotið um eykajáttan frá miðflokkinum fall ikki í góða jørð.

Samgongulimir vístu á semjuna um fíggjarlógina sum var gjørd í fíggjarnevndini og eisini vístu teir á at landsstýrismaðurin í heilsumálum, arbeiður við einum líknandi uppskoti.

Næstformaðurin í Tjóðveldinum segði at her var talan um tað royna "spinn" frá Miðflokkinum og var so mikið bersøgin at hann segði at málið vísir at ikki ber til at gerða politiskar semjur við Miðflokkin.

– Tað er botn óseriøst tá ein fyri stuttum hevur samtykt eina fíggjarlóg har semja varð gjørd millum flokkarnar um at øll uppskot sum verða løgd fyri tingið í inniverandi árið skullu verða útreiðslu neutral. Mín niðurstøða av hesum er tann at tað als ikki ber til at gerða politiskar semjur við miðflokkin.

Sostatt helt Tjóðveldi fast um semjuna um fíggjarlógina og tí má staðfestast at fíggjarnevndarlimir – uttan umboð Miðflokksin – framhaldandi halda fast um nógv umrøddu semjuna.

Í viðmerkingunum til uppskotið hjá Miðflokkinum verður fegnast um, at koppseting fyri lívmóðurhálskrabba byrjar, men harmast um at
tilmælini frá sakkunnleikanum ikki verða fylgd. Hesi tilmælini mæla til koppseting av  teimum, ið fødd eru í 1994/1995 & 1996. Tíverri hevur Løgtingið bara játtað pening til 1996 árgangin. 

Uppskot Miðfloksins um eykajáttan fevnir um allar tríggjar árgangirnar og tryggjar hervið bæði tær 12, 13, og 14 ára gomlu verju móti sjúkuelvandi virusinum.