– Onkrir kendir hondbóltsprofilar hava víst áhuga í Team Klaksvík, men fyri fyrst hava vit valt at byrja uppbyggingina uttan at keypa okkum til skjóta succés, sigur Fríðin Ziskason, formaður og leikandi venjari hjá Team Klaksvík.
Í hondbóltssteypafinaluni hjá kvinnum síðsta vikuskiftið spældi Stjørnan ímóti einum hondbóltsfelag, Tjaldrinum, sum ikki er ólíkt Team Klaksvík á tann hátt, at felagið er nýliga (endur)stovnað.
Tjaldrið satsar
skjótan vøkstur
Hjá Tjaldrinum hava tær lokalu kreftirnar í Runavík valt at satsa upp á eina skjóta menning við at keypa seg til eitt sterkt fyrstalið, sum er mannað við útlendskum profilum.
Talið av útlendskum leikarum hjá Tjaldrinum er somikið stórt, at allir ikki kunnu vera á dómaraseðlanum í sama dysti, so har verður veruliga satsa stórt.
Hetta verður gjørt, hóast felagið enn ikki hevur havt stundir til at byggja upp nakra sum helst breidd í yngru deildunum.
Hjá Tjaldrinum er hugsunarhátturin tann, at jú sterkari og áhugaverdari fyrstalið felagsins er, jú størri verður áhugin og harvið eisini breiddin av yngri leikarum í felagnum, av tí at tað sterka fyrstaliðið dregur fleiri spælarar til felagið.
Team Klaksvík
varliga frá landi
Í Team Klaksvík hevur hugsunarhátturin og strategiin higartil verið ein onnur og munandi meira varislig enn tann hjá Tjaldrinum í Runavík.
Á besta liði hjá nýggja manshondbóltsfelagnum í Klaksvík finnur tú ongan útlendskan leikara.
Heldur hevur felagið higartil valt at geva sínum egnu, meir og minni óroyndu og óvandu, leikarum kjansin.
Team Klaksvík arbeiðir sostatt út frá tí niðurstøðu, at felagið fyrst skal royna at byggja upp eitt ávíst grundarlag av lokalum leikarum, áðrenn nøkur fíggjarlig satsing kemur upp á tal.
Ikki umstøður
til at satsa nú
Upp á fyrispurning um hesi viðurskifti er formaðurin og høvuðs stigtakarin til Team Klaksvík rættiliga avgjørdur:
– Fyri at siga sum er, so eru í løtuni als ikki fíggjarligar umstøður og grundarlag til, at Team Klaksvík kann gera nakra satsing við at styrkja besta liðið við fremmandum leikarum.
– Tað eru snøgt sagt ikki pengar til tað, og tí hava vit valt tann møguleikan frá. So einfalt er tað!
– Onkrir kendir hondbóltsprofilar hava víst áhuga í Team Klaksvík, men fyri fyrst hava vit valt at byrja uppbyggingina uttan at keypa okkum til skjóta succés
– Í løtuni er fíggjarliga støðan somikið trong, at tað er ein nóg krevjandi avbjóðing at fáa verandi virksemi í felagnum til at hanga saman fíggjarliga, og tí gera vit okkum ikki tankar um annað enn at satsa upp á okkara egnu leikarar.
– Og tað er sanniliga eisini spennandi, hóast tað ikki gongur líka skjótt, tí vit síggja longu nú, at leikarar hava ment seg munandi í Team Klaksvík, , sigur Fríðin Ziskason, formaður og leikandi venjari hjá Team Klaksvík.
– – –
Eftir hongur so tann ósvaraði spurningurin, hvør menningaruppskrift er tann rætta: tann ”heimliga” uppskriftin hjá Team Klaksvík ella tann keypta ”útlendska” hjá Tjaldrinum í Runavík. Hetta kann bert framtíðin kann geva eitt boð uppá.




