Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bára – fekk herðaklapp frá KÍ

John William Joensen

Í formanssfrágreiðingini á aðalfundinum hjá KÍ var ljóskastarin settur á frítíðararbeiði sum verður gjørt í felagnum

Brot úr ársfrágreiðingini hjá formanni KÍ’s, Tummas Lervig:

Fyri at vit framhaldandi kunnu hava eitt mennandi umhvørvið í yngru deildunum er altavgerandi at vit hava góðar og áhaldandi ungdómsvenjarar, og sum áðursagt, eiga vit fleiri sum seinastu mongu árini hava ár um ár hava gjørt eitt sera gott arbeiði – á baði mans og kvinnusíðuni.

Í hesum sambandi vilja vit geva einari serligari kvinnu eitt herðaklapp. Umframt at maðurin eisini hevur verið felagnum og ungdóminum ótroyttiligur so hevur hon verið í mong ár fram til 2007 fastur fúsur á gull liðnum hjá KÍ-kvinnunum.

Haraumframt er hon framhaldandi ein av stuðulsleikarunum á gull liðinum hjá Stjørnuni og hevur sum venjari í yngru kvinnudeildunum vunnið gull í seks ár á rað. Harumframt er hon eisini í dag venjari hjá ungdómsliðunum hjá Stjørnuni. Bára og Eyðun eru eitt gott dømi um eldsálir, ið ein felagskapur sum KÍ hevur notið gott av.

——-

Fundarfólki reistust og klappaðu samtykkjandi