Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

A-55 Konsert í Atlantis

Høgni Klakkstein

Fríggjakvøldið 20. feb. kl. 20:00 verður konsert við A-55 (Ragnar Finsson). Nýggi Klaksvíksbólkurin TNT hitar upp.

A-55 (Ragnar Finsson)
Ragnar Finsson er nýggja punkstjørnan í Føroyum. Ungi havnadrongurin fekk sítt gjøgnumbrot í donsku Talent kappingini, sum DR sendir. Har steig Ragnar fyrstu ferð inn á pallin sum sangari og gittarspælari, og tað gekk óføra væl.
Ragnar var til upptøkuroynd í SMS í Havn, og har fingu framleiðararnir eygað á hann. Hann varð boðsendur at koma til kappingina í Danmark, og har sang og spældi hann seg allan vegin í finaluna í kappingini, har hann endaði millum tey fremstu – eitt flott avrik av honum!
Síðani hevur Ragnar arbeitt meira við sínum egna tónleiki, og hann er partur av bólki, sum hevur havt fleiri framførslur seinastu tíðina. Bólkurin spældi millum annað saman við The Dreams í Havn, og farna vikuskiftið høvdu Ragnar og teir eina lívliga framførslu í Rás2-sendingini Hvonn Live.
Ragnar líkist longu nú einari ordiligar rockstjørnu, og einki er at ivast í, at tónleikaliga framtíðin hjá honum er spennandi.
Og nú fáa fólk høvi at hoyra Ragnar spæla í Atlantis fyri fyrstu ferð. 

Stutt um TNT:
Teir byrjaðu at spæla seinasta vár undir eksplosiva navninum TNT!
Teir hava livað 43 ár tilsamans og eru longu nú komnir so langt, at teir skulu hita upp fyri navnframa Ragnar Finsson.
Tað sermerkta við TNT er, at teir so at siga einans spæla heimagjørd løg, so sum ‘TNT vit eru á veg’, ‘Rock’n’roll’, ‘Í skúlagarðinum’ v.m.
Klaksvíksbólkurin TNT venur dagliga í Dávavirkinum, og limirnir í bólkinum eru Jákup, Eyðun, Samuel og Sámal.

Atgongumerki á kr. 120,- fáast í Atlantis ½ tíma áðrenn konsertina.

Sí meir á atlantis.fo