Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lobbyistar ella politisk skipan

John William Joensen

NORÐLÝSIÐ – LEIÐARIN: Seinastu tíðina hava landsstýrismenn havt ynski um at flyta almennar stovnar út í økini úti um landið.

Hetta hevur í drúgva tíð verið ynski frá fólki úti í økjunum, og mangan hevur verið gjørt vart við ógvusliga ójavnan í býtinum av arbeiðsplássum innan almanna geiran í Føroyum og tær óhepnu fylgjur, tað hevur fyri menning og trivna í landinum sum heild.

Seinastu mongu landsstýrini hava so smátt skilt trupulleikan og hava í onkrum føri varisliga fingist við at flyta okkurt smávegis út. Hóast dómadagsspádómar og ávaringar um reinan undirgang, sýnast royndirnar væleydnaðar, og stovnarnir í nýggja umhvørvinum tæna landsins íbúgvum fult so væl sum áður.

Tað er at fegnast um, at eisini ABC samgongan hevur hetta mál í samgongusáttmála sínum, og at landsstýrismenn hava dirvi at fylgja sáttmálanum, har tað er møguligt, tí sjálvt minsta royndin møtir mótstøðu í høvuðsstaðnum. Ætlanirnar tæna tí landsstýrinum til rós og birta vón um betri og javnari tænastuveitingar til borgararnar í framtíðar samfelagnum.

Seinasta og mest aktuella dømi er ein "brúkarastovnur". Eitt pinkulítið mál, men eftir øllum at døma ein nýggjur almennur stovnur kortini. Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um, hvar hann skal liggja, og vanligu mótmæluni eru byrjað. Fyrstu grundgevingarnar, hjá lobbyistum í einum brúkarasamtaki, ímóti ætlan landsstýrismansins, vóru rúgvismiklar, men barnsligar, sum væntað hjálparleysar og í stóran mun eisini høpisleyst avoldaðar :

M.a. varð víst á : at keyp og søla fer fram í Havn, eini 90% av íbúgvum landsins búgva uttan fyri ætlaða øki. Trupult fer at verða hjá vinnu og brúkara at fáa samband við brúkaraumboðið, sum skal arbeiða saman við lóggávuvaldinum og ávirka politikarar viðv. tillaging og nýgerð av lógum. Løgting og Vinnumálaráð liggja í Havn, og brúkaraumboðið má tí húsast í grannalagnum.

Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at brúkaraumboðið skal húsast á Skálatrøð í Havn, tí kappingareftirlitið er í Havn og fjarskiftiseftirlitið er í Havn. Tað verður ov kostnaðarmikið aðrastaðni. Tað er drúgvført og kostarmikið at sigla og at yvirnátta á gistingarhúsi. Tað er als ikki nøktandi við teldu, telefon og faxi og øðrum nútíðarhentleikum. Og so ikki minst: Tað avmarkar møguleikarnar hjá hópin av væl egnaðum fólkum at søkja.

Verður nýggi stovnurin lagdur uttan fyri Havnina, so ynskir landsstýrismaðurin bara, at marknaðarføringarlógin ikki skal virka, og har fer lítið og einki at koma burturúr, verður spátt.

So vita vit tað. Landsstýrismaðurin hevur lítlan og ongan møguleika, hóast málsøkið er hansara ábyrgd. Tað hevur nevniliga alla tíðina verið meiningin, at stovnurin verður har, eitt brúkarasamtak, við lobbyistum í Havn, hevur ætlað. Grundgevingarnar eru nakað tær somu, sum nýttar vóru í oyðandi sentraliseringspolitikkinum, sum byrjaði fyri eini øld síðani: Tað er vónleyst at royna útbyggingar aðrastaðni enn í Havn. Landið hevur ikki ráð, og í Havn búgva tey best egnaðu, í øllum førum, tá søkjast skal eftir fólki.

Veruleikin er ein annar. Vit liva í 2009. Dugnalig og vælútbúgvin fólk við fakligum førleikum búgva eisini úti í økjunum, og munandi fleiri vildu fegin búleikast har, um hóskandi størv og møguleikar annars vóru til tess. Vit hava eina fólkaræðisliga, politiska skipan, ið eigur at virka fyri at skapa hesar møguleikar. Vit, sum búgva úti í økjunum, vilja nú hava somu møguleikar og rættindi sum onnur í samfelagnum. Eisini tá tað kemur til almennar tænastur og býtið av almennu køkuni. At tað er kostnaðarmikið at sigla og at koyra gjøgnum undirsjóvartunlar, vita vit, sum búgva úti um landið alt um, men kortini hava enn øll áhugaði møguleika at søkja eitt alment starv, eisini um tú ert búsitandi í Havn.

Royndir prógva, at almennir stovnar, sum eru fluttir, rigga fult so væl í nýggja umhvørvinum. Spell, at sjálvt minsta roynd at bøta um okkara viðurskifti skal elva til rumbul í miðstaðarpressuni og enda sum styrkiroynd millum landsins politisku skipan og áhugabólkar ella lobbyistar í Havn. 

Men livst, so spyrst.