Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Færri kommunur, men hvussu?

Oliver Joensen

Allar samgongur seinastu mongu árini við virðing fyri sær sjálvari hava havt eina ætlan um at minka talið av kommunum í Føroyum. Alt gott um tað.

Grundarlagið undir hesum arbeiði tykist framvegis at vera tilmælið í grøna álitinum, sum varð lagt fram í 1998, tvs. fyri meiri enn 10 árum síðani.
Men Føroyakortið er munandi broytt hesi árini. Síðan tá hava vit fingið Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, og við teimum eru eisini fortreytirnar munandi broyttar.
Í 1974 kom brúgvin um Streymin. Við henni varð lagt upp til kommunalt samstarv í økinum har á leiðini. Tað sigst, at tað tekur útvið eitt ættarlið, 20-30 ár, áðrenn ein tílík broyting slær ígjøgnum, og í 2005 løgdu heilar seks kommunur saman í Sunda kommunu. Júst 30 ár eftir at brúgvin um Streymin varð bygd og fólk frítt kundu ferðast um Sundalagið.
Leirvíkartunnilin lat upp í 1985, og tað gjørdi tað munandi lættari at ferðast millum Leirvík og Gøtu, og í 2009, 24 ár eftir at tunnilin lat upp, hava Leirvík og Gøta lagt saman í Eysturkommunu.
Kommunuálitið frá 1998 varð gjørt við útgangstøði í tí veruleika, sum tá var. Men veruleikin er broyttur. Tí er tað sera óheppið, at løgtingið aftur í 2006 stórt sæð valdi at halda fast um uppbýtið av kommunalum økjum, uttan at taka atlit til, at Vágatunnilin lat upp í 2004 og Norðoyatunnilin í 2006 og harvið broyttist infrastrukturin í økinum munandi.
Lagt verður upp til at býta landið upp í 7-9 kommunur, onkur mælir til bert 3-4, meðan onnur tosa um 11-15 kommunur í framtíðini. Vit eru 48.000 fólk, og 20.000 búgva longu í høvuðsstaðarkommununi. Um javnvág skal verða í, eiga bert 3 kommunur av vera í Føroyum. Men landafrøðiliga verður tað ein trupul uppgáva at loysa, og hvat er endamálið við so fáum kommunalum eindum?
Higartil er komið fram, at t.d. Sandoy við sínum 1.400 borgarum framvegis verður ein sjálvstøðug kommuna. Og sambært landsstýriskvinnuni í kommunumálum, verður uppgávubýtið millum landið soleiðis skipað, at bert tær uppgávur, sum allar kommunurnar í landinum sjálvar megna at umsita, verða lagdar út til kommunurnar. Sostatt er eingin orsøk til at tvinga tær størru kommunurnar saman í uppaftur størri eindir við 5.000 ella 10.000 íbúgvum. Í staðin átti eitt minstamark verið sett fyri talið á íbúgvum í einari kommun. Tað kundi hóskandi verið 1.500 íbúgvar, um Sandoy framvegis skal vera ein eind. Burtursæð frá høvuðsstaðnum, kundi hetta býtið givið eina góða javnvág í restini av landinum.
Býtið millum land og kommunur er sera ógreitt, og vit síggja aftur í hesum døgum, at tað eru kommunurnar, sum taka um endan, t.d. innan eldraøkið. Tí er sera umráðandi at fáa eina skjóta og skilagóða loysn, hvussu vit skipa føroysku kommunurnar í framtíðini, sum gagnar øllum landsins borgarum best.

Fríðgerð Heinesen