Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv – liðkappingin í unglingadeildini: Javnt í oddinum í unglingadeildini

Norðlýsið ÍTROTTUR

Klaksvík hevur 2 dystir eftir við 15,5 stigum, meðan Havnin við 18,5 stigum bert hevur 1 dyst eftir í liðkappingini í unglingadeildini.

Telvingin er í góðari framgongd fyri tíðina, og tí eru fleiri góðir telvarar í unglingadeildunum hjá feløgunum, og kappingin er tí á góðum støði og hartil jøvn millum tey fremstu feløgini.

Støðan er í løtuni henda:
1) Havnin            7 dystir     18,5 stig
2) Klaksvík          6 dystir     15,5 stig
3) Sandavágur    6 dystir     11,5 stig
4) Rókur              7 dystir       9,5 stig
5) Vestmanna     6 dystir       7,0 stig

Sostatt liggur Havnin fremst við 3 stigum fleiri enn Klaksvík, sum er næstfremst.

Tó hevur Klaksvík 2 dystir eftir at telva, meðan Havnin bert hevur tann eina dystin eftir.
Tvs. at Klaksvík hevur 8 stig at spæla um, meðan Havnin hevur 4.

Sera javnt og spennandi.

Írestandi umførini síggja soleiðis út:

9. umfar, 11/3-09 kl. 18:00
Vestmanna – Sandavágur
Rókur – Klaksvík

10. umfar, 28/3-09 kl. 12:00
Klaksvík – Vestmanna
Sandavágur – Havnin