í búskaparmálum, sosialmálum, fíggjarmálum, og altjóða samstarvi
Hervið verður sent avrit av 5 fyrispurningum, sum skulu svarast á løgtingsfundinum mikudagin 25. februar 2009.
Spurningarnir hava allir til endamáls at fáa greiðar útmeldingar frá landsstýrinum um tey áleikandi málini í búskaparpolitikki, sosialmálum, fíggjarmálum, evropapolitikki og skattapolitikki.
Grundgevingin er, at nú meira enn fimm mánaðir eru lidnir síðani ABC-samgongan varð endurskipað, má stundin vera komin til, at landsstýrið greiðir frá nøkrum ítøkiligum málum í mest áleikandi politisku spurningunum. Hetta er ikki minni neyðugt, nú flokkarnir í landsstýrinum hvør sær senda tíðindaskriv við egnum útmeldingum, meðan ilt er at síggja, hvat semja er um.
Løgmaður hevur boðað frá, at hann er burturstaddur, nú fyrispurningar eru á skránni mikudagin, og tískil verða ætlaðu spurningarnir til løgmann ístaðin settir Jørgeni Niclasen, varaløgmanni.
Vinarliga
Høgni Hoydal
Munnligur fyrispurningur til Jørgin Niclasen, varaløgmann, um hvørji átøk landsstýrið hevur fyrireikað í sambandi við búskaparligu og sosialu avbjóðingarnar
1. Hvørji ítøkilig mál og uppskot hevur landsstýrið viðgjørt til tess at byrgja upp fyri avleiðingunum av altjóða fíggjarkreppuni?
2. Hvat er gjørt á vinnuliga økinum viðvíkjandi útflutningskreditti og metingum um fíggjartørv vinnunar?
3. Hvat innlit hevur landsstýrið í støðuna hjá peningastovnum, og metir landsstýrið, at rentulækkingar hjá danska tjóðbankanum í nóg stóran mun koma vanligum húsarhaldum til góðar?
4. Hvat er hugsjónarliga málið við ætlanum landsstýrisins í fíggjar- og búskaparpolitikkinum – t.e. skulu sterkastu samfelagsbólkarnir taka meira á seg til frama fyri teir veikastu bólkarnar, ella skal bara skerjast sum higartil hjá teimum veikastu bólkunum og innan útbúgving og gransking?
Viðmerkingar
Nú løgmaður er burturstaddur, verður varaløgmaður ístaðin biðin um at greiða frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur í sambandi við búskaparligu og fíggjarligu avbjóðingarnar í Føroyum og í heiminum øllum.
Í flestu londum kýta allir politikara seg at vísa rættstundis umhugsni og at gera átøk, ið kunnu forða fyri vinnuligum og sosialum avleiðingum av teimum stóru broytingum, sum fara at koma.
Føroyska landsstýrið hevur sitið í meira enn fimm mánaðir. Enn eru ongin uppskot komin, men sambært løgmanni hevur verið arbeitt av grimd til tess at fremja neyðug átøk.
Tí má roknast við, at uppskot, átøk og mál nú eru klár, og at politiska arbeiðið kann byrja.
—-
Munnligur fyrispurningur til Jørgin Niclasen, uttanríkisráðharra, um hvat nýtt er í evropapolitikki landsstýrisins
– Ætlar uttanríkisráðharrin at Føroyar søkja um limaskap í EFTA?
– Ætlar uttanríkisráðharrin at Føroyar søkja um limaskap í EBS?
– Ætlar uttanríkisráðharrin at Føroyar søkja um limaskap í ES?
– Hvørji nýggj politisk mál og strategiir eru sett í sonevnda nýggja evropapolitikkinum hjá landsstýrinum í mun til undanfarnu landsstýrini?
Viðmerkingar
Undanfarnu landsstýrini hava havt sum mál, at Føroyar skulu gerast limir í EFTA, meðan ein avtala so ella so skal fáast við ES um tey fýra frælsini og um útbúgvingar-, granskingar- og mentanarsamstarvið.
Síðani hevur løgmaður boðað frá einum heilt nýggjum evropapolitikki, og uttanríkisráðharrin verður tí biðin um at greina út, hvussu hesin nýggi politikkur víkir frá tí, sum undanfarnu landsstýrini hava havt.
Gjøgnum EFTA og EBS-avtaluna høvdu Føroyar tikið lut í teimum fýra frælsunum og havt atgongd til útbúgvingar-, granskingar- og mentanarsamstarvið. Men danska stjórnin hevur higartil noktað fyri hesum, tí Danmark ikki kann gera eina avtalu við seg sjálvt.
Nú vísur kortini fólkarættarligur serfrøðingur á, at hetta er ikki so, og at Føroyar helst hava eitt rættarkrav at gerast partur av EBS um tað eydnast at fáa eitt slag av limaskapi í EFTA umvegis danska ríkið.
Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at svara tinginum, hvørt hann ætlar at royna hesa leiðina.
Løgmaður hevur sagt alment, at landsstýrið eisini møguliga vil gerast limur í ES.
Tí verður uttanríkisráðharrin spurdur, hvørt hann ætlar, at Føroyar skulu søkja um limaskap í ES.
—–
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um fíggarligar avleiðingar av skattalætta fyri land og kommunur í árunum 2005-2008
1. Hvussu nógv metir Fíggjarmálaráðið, at samtykti skattalættin hjá ABC-samgonguni frá og við 2005 til 2008 hevur kostað tilsamans í mistum skattainntøkum hjá landskassa og kommunum?
2. Hvussu er prosentvísa býtið millum inntøkur landskassans av skatti og inntøkur landskassans av avgjøldum broytt hesi somu árini?
3. Metir Fíggjarmálaráðið, at reallønin hjá einari flakakvinnu við 30-tíma arbeiðsviku í meðal, er vaksin hesi árini (tá eisini økta inngjaldið til samhaldsfasta, prístalshækkingar o.a er tikið við)?
4. Hvat hevur ein A-inntøka á 500.000 árliga fingið í skattalætta í krónum hesi árini?
Viðmerkingar
Støðugt verður ført fram frá serliga Fólkaflokkinum, at avtalaði og samtykti skattalættin hjá fyrru ABC-samgonguni kostaði 60 mió. krónur um árið og tilsamans 240 mió. krónur árliga, tá øll stig vórðu sett í verk, hjá tí almenna í árunum frá og við 2005 til 2008.
Millum annað undirritaði hevur støðugt ført fram, at talan er um eitt nógv hægri tal.
Fíggjarmálaráðið ger metingar av hesum fyri bæði land og kommunur, og tað er týdningarmikið at fáa røttu tølini á borðið.
Undirskotið á føroysku fíggjarlógini nú, er serliga vaksið, av tí at mvg-og avgjaldsinntøkur minka í stórum, tá nýtslan minkar í samfelagnum. Júst sum ávarað varð um, ber ikki til at fíggja grundleggjandi vælferðartænasturnar, tá tær verða útbygdar við ótryggum vónum um økta nýtslu og øking í mvg- og avgjaldsinntøkum landskassans.
Í øðrum londum eru sjálvt búskaparfrøðingar og politikarar, sum fyrr hava vart skattalættarpolitikk av hesum slag, koppaðir á. Flestu meta nú, at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til búskaparligu bløðrurnar, sum nú bresta, og í øðrum londum verða støðugt roynt at endurskoða øll uppáhaldini. Endamálið við hesum spurningi er at leggja lunnar undir slíka endurskoðan í Føroyum.
—-
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um beinleiðis samskifti og samráðingar við danskar ráðharrar um sonevndu bankapakkarnar
– Hvussu nógvar samrøður og fundir hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum havt beinleiðis við danska búskapar- og vinnumálaráðharran og/ella aðrar danskar ráðharrar um sonevndu bankapakkarnar?
– Hvørjar avtalur eru gjørdar millum landsstýrið og donsku stjórnina um leiklutin hjá føroyskum myndugleikum í sambandi við bankapakkarnar?
– Er landsstýrismaðurin samdur við løgmanni og danska forsætisráðharran um, at samskiftið hevur gott og nøktandi millum føroyskar danskar myndugleikar um bankapakkarnar?
Viðmerkingar
Í sambandi við bæði bankapakkan fyrra og bankapakkan seinna, hevði andstøðan broytingaruppskot um, at føroyskir myndugleikar skuldu hava bæði innlit, ávirkan og ábyrgd av føroysku peningastovnunum í sambandi við lóggávuna.
Hesi uppskot vórðu feld.
Men fíggjarmálaráðharrin upplýsti í oktober 2008 fyri tinginum, at hann innan ein mánað ella so skuldi fundast við danska búskapar- og vinnumálaráðharran um eina avtalu, har landsstýrisins leiklutur og treytir annars skuldu ásetast. Millum annað rinda føroysku bankarnir (og føroyskir kundar gjalda fyri tað) stórar upphæddir til eina felags innskjótaratrygd. Verður hesin peningur ikki brúktur, fellur hann til danska statskassan.
Í sambandi við bankapakkan seinna, skrivaði løgmaður til danska forsætisráðharran og bað um, at Fíggjarmálaráðið í Føroyum tók lut í samráðingunum.
Aftaná søgdu bæði løgmaður og danski forsætisráðharrin, at gott samskiftið hevði verið um hetta mál, og at teir vóru sera væl nøgdir.
Tí verður spurt, hvussu hetta góða samskiftið er farið fram, hvussu nógv beinleiðis samskifti hevur verið og hvussu nógvar samráðingar hava verið millum fíggjarmálaráðharran og hansara danska starvsbróður og/ella aðrar ráðharrar.
—
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um hann tekur undir við at broyta kapitalvinningsskattalógina viðvíkjandi frádrátti fyri rentum av lánum til partabrøv
– Tekur landsstýrismaðurin undir við uppskotinum um at broyta kapitalvinningsskattalógina, soleiðis at tað frameftir ikki verður gjørligt draga rentur frá í kapitalvinningi av privatum lánum til at keypa partabrøv?
Viðmerkingar
Í 2006 varð ein broyting framd undir 2. viðgerð av lógini um kapitalvinning. Ein meiriluti í fíggjarnevndini setti inn í lógina, at privatfólk kunnu draga rentur frá í kapitalvinningi, av lánum tey hava tikið til at keypa partabrøv.
Broytingin varð als ikki viðgjørd ella fyrireikað, og ongin hoyring ella kanning varð gjørd av avleiðingunum.
Landsstýrismaðurin hevur fyrr víst á, at hann heldur ikki, at hetta varð skilagott. Og hann hevur fyri tinginum víst á óhepnu avleiðingarnar fyri skattaskipan og landskassa, umframt sosialu skeivleikarnar av hesi so bráddliga innsettu broyting.
Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram, ið skal rætta hetta aftur, tó so, at tey, ið longu hava virkað eftir broytingini, ikki verða revsað.
Týdningarmikið er tí, at landsstýrismaðurin sigur tinginum og almenninginum sína greiðu hugsan um hetta mál.
Á Løgtingi 23. februar 2009
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður




