Samgongan blokkerar fyri, at lásagølan verður kannað og fær avleiðingar. Tað er tekin um eina politiska skipan á vandakós
Sjúrður Skaale
Sosialurin bar í gjár tey tíðindi, at sonevnda "lásagølan" ikki verður kannað. Hetta er ikki endaligt – men nógv bendir á, at málið verður slept.
Í tí sambandi kann vera áhugavert at hyggja at, hvat gølan snúði seg um:
Fyrst verður ein grov lygisøga plantað í ein fjølmiðil. "Watergate í Tinganesi" sigur tann ófrættakenda yvirskriftin.
Síðani brúkar leiðslan í Føroya Javnaðarflokki ta plantaðu søguna í einum sjáldsama skitnum politiskum spæli.
Fyrst heldur Jóannes Eidesgaard tíðindafund í Tinganesi, har hann fremur eitt tað grovasta karaktermorðið nakrantíð.
Síðani fer Eidesgaard í sjónvarpið, har hann aftur, við allari tyngdini í løgmansembætinum aftanfyri, ákærir Høgna Hoydal fyri at hava gjørt nakað, sum "minnir um Watergate".
Grovur kriminalitetur
Tá løgmaður nýtti sítt embæti til at seta fram eina so álvarsama ákæru, kundu fólk ikki annað enn hugsa, at Høgni veruliga hevði gjørt okkurt kriminelt.
Tí Watergate var ikki smáting. Watergate var grovasta politiska brotsverk í USA í farnu øld. Tað snúði seg um innbrot. Um stuldur. Um njósning. Og um ólógliga avlurting.
Tað snúði seg um so grovan politiskan kriminalitet, at eingin hevði trúð, at leiðarin í heimsins fremsta fólkaræði kundi gera slíkt.
Men hetta kvøldið stóð Jóannes Eidesgaard altso í sjónvarpinum og segði, at Høgni Hoydal hevði framt nakað, sum minti um Watergate! So álvarsom var lásagølan!
Soleiðis legitimeraði Eidesgaard avgerðina um tveita Tjóðveldi úr samgonguni – og sjálvur verða sitandi sum løgmaður.
Og tað kvøldið mundu tey flestu skilja hann. Sjálvandi kundi Jóannes ikki samstarva við ein grovan brotsmann!
Eidesgaard breyt lógina
Eisini í Tjóðveldinum fingu vit sjokk. Kundi hetta veruliga passa?
Nei. Eftir nakrar turbulentar dagar máttu øll staðfesta, at Jóannes Eidesgaard hevði logið. Í løgmansembætisins navni hevði hann sett fram grovar, falskar ákærur.
Ein óheftur advokatur kannaði málið. Hann kom fram til, at tað var Eidesgaard, sum var farin útum sínar heimildir í lásamálinum.
Næsti óhefti advokatur kom til somu niðurstøðu.
Ein advokatur, sum var í starvi hjá Jóannesi, tulkaði síðani hendingarnar øðrvísi enn hinir báðir, og helt Hoydal vera farnan ov langt.
Men allar advokatfrágreiðingarnar vístu púra greitt, at teir grovu pástandirnir hjá Jóannesi Eidesgaard um kriminalitet, vóru ógrundaðir.
Um hann breyt lógina, er kanska eitt ivamál. Men eingin ivi er um, at Eidesgaard misnýtti Føroya hægsta embæti í sínum persónliga valdsstríði.
Eingin kanning
Landsstýrismálanevndin kann seta ein kanningarstjóra, um illgruni er um lógarbrot.
Men tá málið var fyri har, avgjørdi meirilutin – Jaspur Vang og Andrias Petersen – at tað ikki skuldi kannast. Tí har var eingin illgruni, søgdu teir…
Tríggir advokatar høvdu sagt, at nakað galið var gjørt. Eidesgaard hevði tosað um Watergate. Hoydal segði, at Eidesgaard hevði framt valdsmisnýtslu. Og í øllum grannalondunum vóru Føroyar gjørdar fyri skommum.
Men Andrias og Jaspur hildu ikki, at nakar illgruni var um nakað…
Tá byrjaði málið at lukta. Tá fekk ein ta fatan, at endamálið var at varðveita valdið. Og at sannleikin um lásagøluna kundi órógva hetta endamál. Tí skuldi sannleikin ikki fram í ljós.
Síðani hevur Sjálvstýrisflokkurin roynt at savna undirskriftir, so ein kanning kann gerast – men teimum vantar ein undirskrift: Eingin í samgonguni vil skriva undir!
Tað luktar ikki minni.
Kann enda við Watergate
Við hesum sendir Føroya Løgting eitt greitt, men eitrandi signal: Politikkur snýr seg bara um vald! Um at hava vald, ella ikki at hava vald! Lógir, reglur og moralur – tað hevur ongan týdning. Hevur tú vald, hevur tú rætt!
Hevur tú vald kanst tú, myndaliga talað, altíð vísa tínum mótstøðumonnum reyv. Vanligar reglur um atburð eru ikki galdandi fyri tann, sum hevur vald.
Verða spírar við hesum hugburði ikki traðkaðir niður beinanvegin, er vandi á ferð. Tí slík hugsan kann skjótt fáa fastatøkur í ovastu leiðsluni. Júst sum hon gjørdi hjá Nixon í 1972, tá hansara menn brutu inn í Watergate…
Men spírin hjá Eidesgaard verður ikki traðkaður niður. Løgtingið lívgar heldur um hann.
Tað er tekin um eina politiska skipan, sum er á vandakós.




