Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing til landsstýrismannin í fiskivinnumálum

John William Joensen

– Øll rogn hjá línu- og útróðrarflotanum koma til høldar.

Í tíðindasending í Kringvarpinum segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum seg harmast um at rognini hjá flotanum ikki komu til høldar.

Næstformaðurin í felagnum línuskip, Óli Lassen, sigur í stuttari viðmerking at hendan viðmerkingin frá landsstýrismanninum er misvísandi og kemur helst orsakað av at Kovin hevur víst á hesi viðurskifti.

– Vit í Felagnum línuskip vil hervið vísa á at øll rogn hjá útróðrar- og línuskipunum verða tikin til lands og seld áhugaðum keyparum í Føroyum, sigur Óli Lassen, næstformaður í felagnum línuskip.